Føroyar eru fyrst og fremst fyri føroyingar. Tað var tann greiði boðskapurin hjá Jørgen Niclasen, formanni Fólkafloksins, á landsfundinum hjá flokkinum í morgun. Hann ger greitt, at tí skulu vit ikki hava flóttafólk til Føroya.
– Alt Evropa er hótt av innflytarum og teirra politiska átrúnaði, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at dømi um kvinnukúgan, og um at arbeitt verður eftir muslimskum sharia lógum, eru ræðandi.
– Í skjólið av átrúnaði eru víðgongd, sum fremja yvirgang, enntá í okkara grannalondum. Vit mugu ikki enda í somu støðu, og vit hava møguleikan at verja okkum, sigur formaður Fólkafloksins.
Hann sigur, at tískil eiga vit ikki at flyta flóttafólk um hálvan jarðarknøttin til Føroya. Men vit eiga at hjálpa flóttafólkum á staðnum, ella í nærumhvørvinum. Vit mugu læra av mistøkunum hjá grannalondunum, leggur hann afturat.
Fremmand skulu vera so hjartaliga vælkomin til okkum, men tey mugu, og skulu, integrerast í okkara samfelag. Tað skal ikki vera øvugt, har vit skulu laga okkum til tey fremmandi, heldur Jørgen Niclasen.