Fíggjarstjórin á Smyril Line eitur Jóannes á Váli. Hann er eisini gamal
í felagnum. Nú tað sær út til, at støðan í samfelagnum er farin at
ganga skeiva vegin, og hetta kann raka stórar íløgur sum nýggju Norrønu
sigur hann tey hjá Smyril Line hava mett um budgettið av nýggjum, nú
fleiri viðurskifti eru broytt ella eru øðrvísi enn tey vóru frá byrjan.
Minni
dentur er lagdur á farm og størri á ferðafólka-flutningin. Nú alivinnan
í Føroym fer at framleiða væl minnir nøgdir enn ætlað fer hetta
sjálvandi eisini at merkjast hjá Norrønu. Fyri at viga upp móti hesum
væntaða missi verður nú stórur dentur lagdur á at fáa flutning úr
Hetlandi og inn á meginlandið. Her eru útlit fyri at flyta stórar
nøgdir av hetlendskum alifiski. Smyril Line hevur havt við í sínum
metingum, at aliframleiðslan fór at vaksa úr 40.000 tonsum uppí 100.000
tons uppá fýra ár. Tað er so endurskoðað nú til at blíva til eini 60
til 70.000 tons. Annars verður eisini satsað uppá at fáa part av
flutninginum úr Aberdeen til Føroya. Og tá tað í vetur eisini verður
siglt uppá Bergen verður roknað við nakað av farmi á tí rutuni eisini.
Jóannes
á Vági heldur, at tað verður gjørligt at økja talið á ferðafólki
munandi nú skipið vísir seg at vera á einum so høgum góðsku-støði
umframt at tænastustøðið umborð verður rað-fest sera ovarliga.
Eftir-spurningurin er ferða-seðlum er eisini góður. Nú fleiri fólk fara
at síggja skipið fara mong teirra helst eisini at keypa ferðaseðil
vónar fíggjarstóring.
Nú skipið er yvritikið stendur tað í góðum
700 mill. kr. Jóannes á Váli viðgongur, at hetta er stór upphædd men
teir hava so mett, at hetta fór at ganga. Og tað ger hann eisini nú.
Sjálvandi hava teir nakað av peningi at standa ímóti við, um tíðirnar
gerast heilt ringar.
Um hetta ikki verður nóg mikið, so hevur
Smyril Line møguleika at fáa nýggjan partapening. Tvs verandi eigarar
kunnu seta fleiri pengar í og man kann fara út til almenningin eftir
pengum. Jóannes á Váli sigur, at hetta er ikki nakað teir hava hugsað
um enn. Nú Norrøna siglur uppá fimm lond og bara trý av teimum hava
sett pengar í, kann hugsast, at t.d. áhugamál í Bergen og í Hanstholm
eru sinnað at seta partapening í. Jóannes á Vági sigur tó, at hesin
møguleikin hevur ikki verið umrøddur. Sum er eiga eisini íleggjarar í
Hanstholm í skipinum.
Nevndin í Smyril Line helt fund úmborð á
Norrønu í Norðsjónum mikudagin. Tá vóru rokn-skapartølini fyri
undanfarna ár løgd á borðið. Tað hevur ikki verið gjørligt at fáa nakað
at vita um úrslitið frá í fjør men tað skilst, at yvirskotið er
omanfyri 10 mill kr. Møguliga verður úrslitið nakað lakari enn roknað
við. Um somu tíð er eisini avgjørt at selja skipið til italskt felag.
Upprunaliga
var ætlanin at fáa einar 80 mill. kr. fyri gomlu Norrønu, síðani var
talið 60 mill. kr. frammi. Nú endaliga sølan ner við at koma undir land
er talið helst nakað lægri. Útvarpið visti nú um dagarnar at siga frá,
at tað fór at liggja um 45 mill. kr. Rætta talið soleiðis sum støðan er
á skipasølumarknaðinum í løtuni kann lætt gera, at tað fáast ikki meira
enn 35 til 40 mill. kr fyri skipið. Havast skal eisini í huganum, at
tað er gamalt og nógv brúkt. Tað sigur ikki so lítið, at síðani Norrøna
fór í sigling fyri skjótt 20 árum síðani er eingin túrur mistur.