Vit skulu liva við koronu-tiltøkum í minst tvey ár afturat

Tað verður ikki enn á sinni, at vit kunnu koppsetast fyri koronu, sigur professari í ígerðarsjúkum

Vit skulu venja okkum við maskur, hondspritt og frástøðu í minst tvey ár afturat. Tað verður nevniliga ikki enn á sinni, at vit fáa eitt koppsetingarevni fyri koronu, sigur Jens Lundgren, professari í ígerðarsjúkum á Ríkissjúkrahúsinum og universitetinum í Keypmannahavn, við A24 arbejdsliv í morgun.

Hann stendur eisini á odda fyri einum altjóða liði av vísindafólkum, sum roynir at menna eitt koppsetingarevni fyri koronu. Og hann metir, at tað verður í fyrsta lagi í 2022, at vit fáa eitt munagott koppsetingarevni, og sostatt verður tað heldur ikki fyrr enn tá at tey ymsu tiltøkini sum eru settar íverk fyri at tálma smittuspjaðingini, kunnu setast úr gildi aftur.

Men hóast vit fáa eitt koppingarevni, eru trupulleikarnir ikki loystir, heldur hann fyri við A24 Arbejdsliv. Hann sigur, at fortreytin er, at talan er um eitt effektivt koppingarevni, sum ikki hevur tey stóru hjáárinini við sær.

– Vanliga tekur tað seks- átta ár at menna eitt koppingarevni av hesum slagi, men nú royna vit at gera tað upp á eitt ár, sigur Jens Lundgren.

Hann sigur, at hóðast eitt koppingarevni verður til taks næsta ár, kann tað vísa seg at hava onkur sjáldsom hjáárin og tí ber tað ikki til at koppseta øll beinanvegin, leggur hann afturat.