Vit skulu nokk klára tað

Petur Martin Johansen hevur ongar ætlanir um at gevast við hondbóltinum, hóast hann nú er komin nakað upp í árini

Hann hevur leikt hondbólt síðani hann var 12 ára gamal, og 17 ára gamal leikti í fyrstu deilt fyri fyrstu ferð. Talan er um liðskiparan hjá kollfirðingum seinasta ár, Petur Martin Johansen. Tá hann byrjaði í fyrstu deild var hetta tó ikki við KÍF, men við Kyndli, sum tá, eins og nú, taldist millum bestu liðini í landinum. 20 ára gamal fór hann til Kollafirðar at verða leikandi venjari hjá KÍF, sum tá spældi í triðbestu deildini. Tey bæði fyrstu árini hann var venjari, hilnaðust somikið væl, at liðið tá hevði leikt seg upp í bestu deildina, har teir síðani hava verið verandi, nærum uttan slit.

Bert tað eina árið miðskeiðis í 90?unum mistu teir henda sess, men vunnu sær tó beinanvegin aftur sæti í bestu deildini. Hann varð venjari fyrsta árið teir leiktu í fyrstu deild, men gavst síðani við hesum, soleiðis at hann kundi hugsa meira um sítt egna spæl. Síðani hevur hann fyri tað mesta bert verið leikari, men okkurt árið hevur hann tó traðkað til, sum hann málber seg.


Neyvan nakað

heiðursmerki

Petur Martin heldur at liðið teir hava í dag, ikki kemur at blanda seg upp í toppstríðið, men heldur skal royna at halda í minsta lagi ein av kappingarneytunum aftan fyri seg. Liðið var seinasta ár styrkt nakað, við tað at HB?arnir Rói Árting, Súni Fríði Johannesen og Allan Mørkøre leiktu við, men í ár verður stuðulin frá hesum ikki so dyggur.

Hinvegin er ein av bygdamonnunum komin aftur, við tað at Petur Martin Poulsen, sum seinasta ár leikti við H71, er afturkomin. Liðskiparin heldur, at breddin í hópinum skuldi verið í lagi, men tað hevði komið væl við, um felagið hevði fingið tilgongd av einum ella tveimum rættuligum profilum. Nú Eddie hevur sett sær fyri at gevast, og Allan nokk heldur ikki verður við, hava vit so at siga ongar stórar skjúttar, og hetta ger ivaleyst, at minni pláss verður fyri okkum øðrum, heldur Petur Martin fyri.

Vit verða tó ivaleyst noyddir at klára okkum við fólkinum, sum vit hava, og vit ætla okkum í hvussu so er ikki at gevast á hondum, hóast tað ivaleyst verða nógvir torførir dystir.