- Vit kunnu ikki annað enn fegnast um, at á summum økjum gongur rætta vegin í ferðsluni.
Tað heldur Brynhild Høgnadóttir Joensen, stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd.
Hon fegnast um, at talið á teimum, sum verða tikin tí at tey ikki brúka trygdarbelti lækkar og at gongdin í rúsdrekkakoyring eisini er tann, at tølini eru lækkandi.
Hinvegin eru næstan 1000 bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt og samstundis verða fleiri hundrað tikin fyri at tosa í fartelefon ímeðan tey koyra.
- Hetta vísir okkum, at enn er serstakliga langt eftir á mál.
Broyta hugburð
Hon sigur, at ferð er orsøkin til nógv óhapp og nógvar vanlukkur, men tíverri vísti ein Gallup-kanning hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, at stórur partur av føroyingum ásannar, at teir koyra ov skjótt – og enntá halda, at tað er ílagi.
Hon sigur, at tað er neyðugt, at fáa fólk at broyta hugburð í sambandi við fartelefon og ferð, og hesi bæði fyribrigdi verða eisini málið fyri fleiri átøkum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í næstum.
Sjálv vónar Brynhild Høgnadóttir, at fólk fara at broyta hugburð til ferð, akkurát, sum fólk hava broytt hugburð til rúsdrekkakoyring.
- Tað eru ikki so nógv ár síðani at tú kundi hoyra bilførarar reypa av, at teir hava koyrt við kenning. Í dag er tað vanærilig skomm og tað er hendan hugburðin, vit vilja hava til tað at koyra ov skjótt, sigur hon.
Null í ár
Annars er hennara nýggjársynskið, at í ár skal tað verð, at vit røkka null-hugsjónini og at ongin skal doyggja í ferðsluni í ár.
Í fjør doyðu trý fólk í ferðsluni, men annars er eitt fólk deytt í ferðsluni nú í nøkur ár.
- Tað er ikki langt frá einari deyðsvanlukku, niður í onga, so vit trúgva uppá, at tað kann lata seg gera.
Men hon sigur, at í hesum sambandi eiga vit framvegis at leggja dent á at minka vandarnar av teimum fýra stóru syndarunum í ferðsluni: Ferð, selar, spritt og gáloysni.
Tað eru hesi fýra fyribrigdini, sum onkusvegna eru orsøkin til nógv tær flestu óhappini og tær flestu vanlukkurnar, so fáa vit broytt hugburðin á hesum økjum, eru vit komin langt, heldur stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
LES EISINI GREININA: 974 tikin fyri at koyra ov skjótt
LES EISINI GREININA: Sæst aftur beinanvegin
LES EISINI GREININA: Vilja hava hægri bót