##med2##
– Eg havi alla tíðina hildið, at tað var skeivt, at Atlantsflog fór at byggja hotell og fór í kapping við privatu vinnuna – og tað standi eg við, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Í KvF í gjár gjørdi hann seg til talsmann fyri, at Atlantsflog skal selja Hotell Hilton – og fólk hava eisini tulkað tað soleiðis, at løgmaður vil hava okkurt at henda longu í heyst.
Í dag sigur hann við FM1, at tað er óhugsandi at hotellið verður selt í heyst. Men eg havi alla tíðina hildið, at tað er skeivt, at eitt alment partafelag fer í kapping við privatu vinnuna - og tað standi eg við, sigur hann.
Hann heldur, at tað almenna flogfelagið at leggja orkuna í at flúgva og tí skal orka ikki leggjast í at kappast við privatu vinnuna. Men hann sigur, at enn hevur tíðin ikki verið búgvin til at taka málið upp. Hann vísir á, at hesi bæði seinastu árini hevur støðan hevur verið heilt serlig. Her hugsar hann um koronu, sum legði ferðavinnuna lamna.
Hann heldur, at í heyst kann støðan vera búgvin til at taka málið upp, men tað veldst nógv um, hvussu koronu-støðan verður. Hinvegin staðfestir hann eisini, at ein søla skal ikki skundast ígjøgnum, tí trygd skal fáast fyri, at Atlantsflog, og føroyska samfelagið, fáa tann rætta prísin fyri hotellið. Og sigur hann, at tað verður í hvussu so er ikki í heyst, at hotellið verður selt.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá støðuni á FM1.