Vit skulu tillaga kommununa eftir okkum

   

Bjørg Joensen,
Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð

????????

Millum míni fremstu áhugamál eru betran av bústaðarviðurskiftum til øll lívsskeið, effektiv kommunuumsiting, planlegging og bygging, sum tekur støði í trivnaðinum hjá øllum borgaranum, og serliga børnunum og teimum ungu, sum í mong ár hava verið fyri vanbýti.

Í Sydney hava tey grøn økir og raðfesta eisini ung og eldri
Tá tú gongur í miðbýnum í Sydney, sær tú mong grøn økir. Ein stór park liggur t.d. við operahúsið, har blómur blóma forskotið gjøgnum alt árið. Har eru stór gomul trøð og stórar grønar fløtur. Ein varnast næstan ikki, at hetta er miðdepilin í einum stórbýi - sjálvt ferðslan hoyrist ikki.

Á grønum økjum, sum eru javnt spjadd um allan býin, fara familjur útferð. Børnini læra at súkkla, standa á rulluskoytum og spæla, og tey vaksnu kobla úr og njóta tilveruna. Her leggja tey gerandisdagin afturum.

Tað er ikki av tilvild, at Sydney er ein hugnaligur býur. Tey hava valt at skipa hann soleiðis. Tey hava hugsað øðrvísi. Hóast vit eru fáment, er okkara tørvur á fríøkjum hin sami og vit kunnu eisini hugsa øðrvísi.

Í Tórshavnar Kommunu kundu vit t.d. varðveitt tey fáu grønu økini, sum eru í miðbýnum og økt um hesi við so hvørt at tikið gamlar bygningar niður, sum ikki eru friðaðir og ikki prýða býin. Vit kundu eisini gjørt fríøkir í teimum nýggju býarpørtunum har serliga barnafamiljur húsast.

Kann tænastan frá Tórshavnar Kommunu betrast?
Vit gera øll stórar íløgu í Tórshavnar Kommununu. Eru vit nøgd við tænastuna, vit fáa afturfyri? Barnaansingin er ein byrjan, men tað er ikki nog mikið at byggja hús - børn og starvsfólk skulu eisini trívast. Og onnur økir eiga at vera raðfest, so vit ikki velja ella noyðast at flyta okkara íløgur aðrastaðni.

Tað skal verða samanhangur í og vit skulu øll trívast.

Vit fara ikki á val til stuttleikar. Tey, ið verða vald, umseta okkara íløgur í kommununi, ið er ein fimtingur av øllum, sum vit forvinna hvønn einasta dag. Hesi fólkini avgera raðfestingarnar. Vit borgarar kunnu velja eina kommunu, sum raðfestir og tillagar seg eftir okkara tørv, ikki øvugt.