Vit skulu umhugsa at stongja úthurðina

Seinastu tíðina hava vit í miðlunum hoyrt um nógv ógvuslig politimál, og sambært fútanum er kriminella mynstrið í Føroyum við at broytast til tað verra

Tað er einki at taka seg aftur í, at vit seinnu tíðina hava hoyrt rættiliga nógv um lutfalsliga stór rúsevnamál, har nøgdirnar hava verið væl størri, enn vit hava verið von við at hoyra um í Føroyum, og í flestu førum hevur talan verið um hørð rúsevnir, sum eisini hevur verið meiri sjáldsamt her á landi.

-       Eg kann bara siga, hvussu eg upplivi tað. Men mín meting er, at tað kriminella mynstrið í Føroyum broytir seg. Tað er nógv grovari rúsevnakriminalitetur, sum eisini hevur við sær hóttanir og tvingsil. Tá eg var her sum ákæri mitt í nítiárunum, var tað ársins fongur, um tollvaldið til dømis legði hald á eitt kilo av hash, men í dag er tað rættiliga vanligt, sigur Michael Boolsen, fúti.

Hann vísir eisini á, at eitt annað dømi um broytta kriminella mynstrið her á landi er, at vit í seinastuni hava upplivað tvey dømir um, at løgreglufólk eru álopin heima við hús.

-       Tað taka vit í størsta álvara, og hetta er bara enn eitt dømi um, hvussu kriminaliteturin í Føroyum broytir seg. Eg veit væl, at tað er ógvuliga óføroyskt, men eg haldi, at spurningurin er, um vit ikki skulu umhugsa at stongja úthurðina heima við hús um næturnar her í Føroyum nú, sigur Michael Boolsen, fúti, í samrøðu í Vikuskiftis-Sosialinum, sum fæst til keyps kring landið.