Vit skulu vænta at nýggi varianturin eisini kemur til Føroya

Nú verður kannað um nýggi korona-varianturin er í Føroyum

Vit skulu vænta, at tann nýggi varianturin av koronu eisini kemur til Føroya. Tað heldur Lars Fodgaard Møller, landslækni.  Nýggi omikron-varianturin, sum hevur sín uppruna í Suðurafrika hevur breitt seg skjótt og somuleiðis er hann staðfestir í fleiri londum í Evropa, eisini í Danmark.

 

Tað vísir seg, at mittan breiðir seg allastaðni, tí royndirnar  av at halda smittuni burtur, eru vánaligar.Landslæknin sigur, at tí skulu vit eisini vænta, at hesin nýggi varianturin kemur hendanvegin.

 

Men hann sigur, at tey fylgja við støðuni, og fyribils hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan fingið boð um at kanna allar positivar koronu-royndir fyri at vita um talan er um hendan suðurafrikanska variantin.

 

Landslæknin sigur, at enn vita vit lítið um, hvussu hann háttar sær, og hvussu sjúk fólk verða. Um viksuskifti vórðu tveir tilburðir av hesum nýggja variantinum koronu staðfestir í Danmar. Men landslæknin sigur frá starvsfeløgum í Danmark, at tey bæði fólkini, hava eingi sjúkutekin. So vit kunnu vóna, at, at talan er um ein mildan variant, men tað vita vit ikki, leggur hann afturat.

 

Spurningurin um hetta kann gera, at farsóttarnevndin broytir støðu til, hvør skal kannast, tá ið tey koma til Føroya. Í løtuni eru tað bara tey, sum ikki hava koronupass, sum skulu kannast, men Løgmaður hevur boðað frá, at hann vildi helst, at øll verða kannað. Landslæknin sigur, at enn er tað ringt at hava eina avgjørda støðu til hendan nýggja variantin, tí vit vita so lítið um hann og vit vita ikki, hvussu væl koppsetingin virkar og hvussu sjúk fólk verða.

 

Men hann sigur, tað er ein spurningur, farsóttarnevndin fer at umrøða. Men hann vísir á, at tá ið tann skipanin var í gildið, at øll skuldi kannast, var tað bara helvtin av teimum, sum høvdu korona, sum vóru staðfest í teimum kanningunum. 

 

Tí setir hann spurning við effektivitetin av teimum kanningunum. Hinvegin vóru nógv fleiri staðfest í kanningunum, sum mælt var til, at tey fóru til eftir at tey komu til Føroyar.   

 

Tí mælir landslæknin til, at fólk taka tilmælið í størsta álvara um, at øll, sum koma til Føroya, lata seg kanna tá ið tey hava verið her í tveir dagar.

 

Les eisini: Hetta er ein grund afturat til at kanna øll sum koma til Føroyar