Vit skulu virða Eidesgaard

Løgmaður sigur, at vit mugu virða avgerðina hjá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Jóannes Eidesgaard er ikki til staðar undir viðgerini av løgmansrøðuni í dag. Hann luttók heldur ikki, tá løgmaður helt sína røðu á ólavsøku, og undir skrúðgongini.

Tað gjørdi landsstýrismaðurin heldur ikki í fjør.

Kaj Leo Johannesen sær ongan trupulleika við, at Jóannes Eidesgaard er í summarfrí, meðan løgmansrøðan verður viðgjørd. Hann gleðir seg til fíggjarmálaráðharrin kemur vælupplagdur og úthvíldur aftur til arbeiðis úr summarfrí.

Tað sigur hann við Rás2.

- Hann hevur tørv á summarfrítíð sum øll onnur. Jóannes Eidesgaard hevur tikið tung tøk í fyrireikingini til ólavsøkurøðuna, og hansara partur liggur ikki eftir, sigur løgmaður, sum sjálvsagt ynskir, at øll landsstýrisfólkini eru til staðar.