Vit sluppu heilt bíliga hesuferð

Fiskasølan slapp næstan snikkaleys burturúr útflutningsruðuleikanum um vikuskiftið. Men tað var bara tí, at allar umstøður vóru okkum til vildar. Men at tað trúvirðið vit hava mist, kann ikki gerast upp í pengum

­ Vit eru slopnir serstakliga væl fyri burturúr hesum ruðuleikanum. Nógv betri, enn vit høvdu væntað.

­ Men tað var bara tí, at umstøðurnar av berari tilvild vóru so ótrúliga hepnar, at alt gekk við okkum....

Á Fiskasøluni eru tey lætnað um hjartað.

Tí tey fáa ikki tey endurgjaldskrøvini, sum tey høvdu fryktað fyri eftir, at útflutningurin seinasta vikuskiftið fullkomiliga miseydnaðist við tað, at Blikur fekk maskinskaða og at avloysaraskipið ikki fór úr Føroyum fyrrenn seint seinnapartin leygardagin.

Av tí sama var feskur fiskur fyri einar 15 milliónir ov seinur á marknaðin og tí var væntandi, at útflytararnir fóru at fáa stór endurgjaldskrøv.

­ Men tað tykist sum um vit yvirhøvur riðu stormin av-hesuferð, hóast hetta gav útflytarum og seljarum í Føroyum ómetaliga nógv stríð, sigur Kári Danielsen á Fiskasøluni, sum átti fittan aprt av tí feska útflutninginum.

­ Eg haldi, at vit hava taklað hendan trupulleikan ótruliga væl. Men tað er eisini tí at kundar okkara hava víst serstakliga stórt forstáilsi, leggur hann afturat.

Hann sigur so at so at siga ongar reklamationir koma fyri hetta ?bragdið³

­ Men í vissum førum hava vit verið noyddir at slaá av prísinum.

­ Tilsamans verður avslátturin tó niðanfyri 100.000 krónur, so tað var ein bøtiligur skaði.

Men Kári Danielsen sigur, at hetta bøtir ikki um tað sannroynd, at flutningurin er ov vánaligur.

­ Tað besta hevði verið flutning vær, tríggjar ferðir um vikuna.

­ Men tað kann ikki verða talan um at hugsa um aðru ella triðju fráferðina úr Føroyum fyrrenn vit hava fingið tað fyrstu at virka 100%.


Alt var til vildar

Kári Danielsen sigur, at einasta grund til at vit sluppu so væl burturúr hesum, er, at allar umstøður vóru við okkum.

­ Fiskurin var sera góður av tí, at tey flestu skipini høvdu havt stuttar túrar.

­ Somuleiðis hevur drúgvt verkfall nýliga verið í Íslandi og harafturat vóru tveir flúgvarar úr Íslandi við fiski til Týsklands eitt sindur seinkaðir.

­ Alt var til okkara fyrimun. Tí av tí sama var ikki so nógvur fiskur á marknaðinum, sum tað plagar at vera.

­ Men høvdu umstøðurnar verið vanligar, høvdu avleiðingarnar verið nógv álvarsligari, tí so høvdu teir fingið fatur á fiski aðrastaðni, sigur fiskasølumaðurin.

Tó heldur Kári Danielsen, at tað trúvirðið, vit hava mist av hesum, kann ikki gerast upp í pengum.

­ Vit hava roynt at komið djúpari niður í detailliðini og at sleppa undan onkrum millumliðum.

­Men vandi er fyri, at hetta fer fyri bakka, tí fryktandi er fyri at teir kundarnir heldur fara at halda seg til teir seljarar, har teir eru vissir at fáa vøruna.

­ Tí tað fyrsta av øllum, ein kundi spyr eftir, er leveringartrygdin, síðani spyr hann eftir dygdini og at enda spyr hann um prísin.

­ Tí er leveringartrygdin alfa og omega tá ið vit hava við feskan fisk at gera,sigur Kári Danielsen.