Vit sóknast eftir sterkstreymsverkfrøðingi at byrja skjótast til ber

 

Hjá Landsbyggifelagnum fært tú møguleikan at arbeiða við fjølbroyttum verkætlanum, sum síggjast aftur í føroyska samfelagnum. Uppgávurnar fevna um projektering og eftirlit við el-innleggingum í sambandi við smærri og størri byggi- og anleggsverkætlanir, so sum:

 

 

 

  • Virkis- og íbúðarbygningar, sjúkrahús, farstøðir otl.
  • Havna- og ítróttaranlegg
  • Orkuverk av ymiskum slagi
  • Vegir, tunlar og brúgvar
  • Útstykkingar og ljósskipanir

 

 

 

Vit rokna við, at tú:

 

 

 

  • ert útbúgvin sterkstreymsverkfrøðingur
  • leggur stóran dent á dygdargóðar veitingar og kundatænastu
  • hevur góð samstarvsevni
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • megnar at arbeiða innan ásettar tíðarkarmar

 

 

 

Vit bjóða eitt spennandi starv í professionellum umhvørvi, har vit leggja dent á  persónliga og fakliga menning. Vit virðismeta samstarv og álit, og gera okkum ómak at seta standardin fyri okkara fakøki við nýhugsan og burðdardyggum verkætlanum. Hjá okkum verður tú partur av einum dynamiskum og sterkum toymi, sum hevur verið partur av størstu frambrotunum innan bygging í Føroyum.

 

 

 

Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú ringja til Eyðbjørn Brimnes, á telefon 23 63 00, ella senda teldupost til: eyb(at)lbf.fo.

 

 

 

Tú søkir starvið við at senda umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl til eyb(at)lbf.fo í seinasta lagi 27. mai 2022.

 

 

 

LBF ráðgevandi verkfrøðingar, Niels Finsens gøta 10, Tórshavn.