Sum vera man, var venjarin hjá runavíkingum, Pauli Poulsen sera væl nøgdur við avrikið hjá hansara liði, eftir sannførandi sigrinum á B71.
-Vit eru sera væl nøgdir við avrikið hjá okkum ímóti B71, har vit høvdu fult tamarhald á B71 so at siga allan dystin, og so er tað eisini gleðiligt at vit skora fleiri mál, sigur Pauli Poulsen.
-Tað er bara eina stutta løtu í seinra hálvleiki, at vit loyva teimum inn í dystin, men fóta okkum aftur beinavegin, og vinna at enda ein greiðan sigur, sigur ein fegin NSÍ venjari.
Spurdur um teir kunnu hóma FM heitið í Runavík, sigur ein varin Pauli Poulsen, at enn er langt eftir á mál, og tað ræður um at taka ein dyst í senn.