Samrøða
? Vit spældu ein góðan dyst. Vit høvdu fullkomiliga tamarhald á dystinum í seinna hálvleiki, og tað er langtsíðan, at vit hava spælt so væl, heldur Jón Rói Jacobsen, nú Føroyar enn einaferð taptu 2-1 ímóti Íslandi.
Jón Rói var sjálvandi sera vónbrotin av úrslitinum, og hann heldur ikki, at íslendingar høvdu uppiborið sigurin.
? Eg eri sera nøgdur við okkara spæl, tí at vit spæla fult upp við teir eftir steðgin, men eg eri sera keddur um úrslitið.
? Vit leggja teir undir stórt trýst í seinna hálvleiki, men vit missa konsentratiónina, og so skora teir sigursmálið, sigur Jón Rói.
Stóð seg væl í verjuni
Jón Rói spældi í miðverjuni allan dystin, men onkuntíð tók hann túrin niðan á vøllin í seinna hálvleiki. Tað sæst á øllum brøgdum, at Jón Rói og liðformaðurin Óli Johannesen hava funnið seg væl til rættis í verjuni á føroyska landsliðnum.
Jón Rói vísir á, at vandamikla vápnið hjá íslendingum er Chelsea áleyparin Eidur Smári Gudjohnsen. Hóast hann skoraði eitt mál heilt tíðliga í dystinum, eydnaðist tað væl at byrgja upp fyri hesum sera sterka og vandamikla áleypara.
? Eg haldi, at eg kann vera væl nøgdur við mítt egna avrik, segði Jón Rói eftir dystin, men tað er kanska torført at vera fegin um sítt persónliga avrik, tá úrslitið er eitt vónbrot.
Annars er Jón Rói glaður um at fáa hendan dystin, tí hann hevur havt ilt við at bróta seg inn í 1. liðshópin hjá Brøndby. Hann hevur seinastu tíðina spæla á danmarksseriuliðnum hjá Brøndby, men at spæla ein landsdyst gevur nógv meira enn ein dystur við 2. liði hjá Brøndby.