- Vit spardu leikarar

(Ljóðsamrøða) OYL 15: Hoyr samrøðu við landsliðsvenjaran í flogbólti, Bárður Bendix Mikkelsen

Flogbóltsmenninir spældu í gjár móti Saaremaa. Hóast Saaremaa vann 3-0, so vóru okkara menn tó væl við størsta partin av dystinum. Einasta settið, har Saaremaa vann greitt, var í øðrum settið, sum endaði við 25-13 til Saaremaa.

 

Bárður Bendix Mikkelsen, landsliðsvenjari, greiddi eftir dystin frá, at føroyska liðið hevur spælt nógvar dystir hesa seinastu tíðina, og at hann tí var noyddur at spara ávísar leikarar, sum høvdu smáskaðar at dragast við.

 

Hoyr samrøðuna við Bárður Bendix Mikkelsen við at trýsta á pílin undir myndini.