Áðrenn talgildu orðabøkurnar hjá Sprotanum mátti mann leita í tjúkkum og tungum orðabókum, hvørja ferð, mann skuldi finna eitt bendingarsnið ella eina umseting. Hesa mannagongdina kennir ungdómurin í dag illa nokk til, tí hann er vælsignaður við talgildu loysnini, sum má sigast at hava kollvelt orðabókanýtsluna og hugburðin til orðabøkur yvirhøvur.
Hetta fyribrigdið at leita eftir orðum á Sprotanum er blivið so mikið sjálvsagt, at tað í 2014 varð viðurkent sum eitt sagnorð – at sprota. Um tú sprotar sagnorðið sprota, so verður greitt frá merkingini: “nýta talgildar orðabøkur á orðabókaportalinum Sprotanum, eg sprotaði tað úr donskum til føroyskt”.
##med2##
Sprotin dagførir hagtøl fyri, hvussu nógvir brúkarar eru á orðabókunum hjá Sprotanum. Fyri fyrstu ferð nakrantíð er brúkaratalið farið upp um 50.000 í ein mánað. 50.545 brúkarar brúktu Sprotan í mars.
##med3##
Vøksturin av brúkarum um árið frá 2013 til í dag er sera stórur. Serliga stóra lopið er frá 2014 til 2015, tí meðan 238.000 brúkarar vóru í 2014, vaks talið av brúkarum heilt upp til 391.000 í 2015. Hetta er ein hækking upp á meira enn 150.000 brúkarar upp á bara eitt ár. Í fjør var met við sløkum 519.000 brúkarum. Higartil í ár eru góðir 146.000 brúkarar.