-Vit tæna eisini vinnuni í oynni

Eysturoyar Kunningarstova leggur seg ikki bert eftir at arbeiða fyri ferðavinnuni í oynni. Hon vil eisini marknaðarføra oynna sum heild, og harvið eisini vinnuna í oynni.

Eysturoyar Kunningarstova hevur verið stongd nakrar mánaðir seinasta vetur, og varð hon í vár uppafturlatin. Í fyrstuni var Doris Djurhuus leiðari á Eysturoyar Kunningarstovu, til Annleyg Lamhauge fyri stuttum tók við.

Hesir báðir leiðararnir hava lagt seg eftir at víðka um virksemið hjá kunningarstovuni.

-Í staðin fyri bert at marknaðarføra ferðavinnuna í Eysturoynni, leggja vit okkum eftir at marknaðarføra Eysturoynna sum heild. Vit ætla okkum at virka sum vinnuskrivstova, samstundis sum vit virka sum kunningarstova, sigur Annleyg Lamhauge, ið er leiðari á Eysturoyar Kunningarstovu.

-Hendan ætlan, um at fara at virka sum vinnuskrivstova, kemur helst at geva eitt ískoyti til peningaliga raksturin av kunningarstovuni. Sum er, hevur kunningarstovan ikki serliga nógvan pening at arbeiða við. Hon fær ávísa peningaupphædd pr. íbúgva frá kommununum í oynni, og síðani fær hon eisini eitt sindur av almennum stuðuli frá ferðaráðnum. Men hetta er ikki heilt nóg mikið til at veita eina nóg góða tænastu, og tí vóna vit, at nýggju ætlanir okkara fara at geva eitt sindur av sær.


Limir

Eysturoyar Kunningarstova hevur boðið øllum virkjum og fyritøkum í oynni at gerast limir í kunnigarstovuni. Hetta gevur teimum møguleika at lýsa í blaðnum Eysturoyartíðindi, sum kunningarstovan gevur út einaferð um mánaðin.

-Á hendan hátt hjálpa vit vinnuni í oynni við marknaðarføring, og vinnan hjálpir okkum fíggjarliga við gjaldi fyri lýsingarnar og við limagjaldinum.

Eisini hava vit eitt gongufelag, ið ger ymsikar túrar. Fyri at verða við á hesum gongutúrum krevst, at ein er limur í felagnum.


Samskipa arbeiði sjálvi

Annleyg Lamhauge sigur, at ætlanin er, at kunningarstovan sjálv skal skipa fyri ferðum og útferðum framyvir.

-Hetta krevur, at vit leggja arbeiðið væl til rættis, og eisini at vit samskipa ferðirnar væl; men við góðum ídni eigur hetta at ganga. Sjálvandi krevur hetta eisini, at vit hava ferðaleiðarar og bussar til taks, men hetta ber jú til at leiga, so eg vænti, at tað fer at bera til.

-Túrarnir, ið vit fara at bjóða kundum okkara eru busstúrar til ávís áhugaverd støð í oynni, gongutúrar í fjøllunum o.s.fr.. Harafturat hjálpir kunningarstovan fremmandafólki at koma í samband við fólkið í oynni. Hetta er eitt ynski, ið nógv av teimum útlendsku ferðafólkunum seta fram. Tey ynskja ikki bert at uppliva ta føroysku náttúruna, men eisini tað føroyska fólkið og tann føroyska matin. Og tá ið ferðafólkini eru komin í samband við føroyingar, so verða tey ofta boðin at royna føroyskan mat.


Tvær kunningarstovur ikki ov nógv

Spurd um hon heldur, at tað er ov nógv við tveimum kunningarstovum í Eysturoynni, svarar Annleyg Lamhauge, at tað heldur hon ikki. Hon sigur, at Eysturoyggin er stór, og báðar kunningarstovurnar verða nýttar heilt nógv.

Annleyg Lamhauge sigur, at nógvir útlendingar nýta kunningarstovuna um sumrarnar, men at tað mest eru føroyingar, ið nýta hana um veturin. Tað, ið føroyingar mest nýta kunningarstovuna til, er at fáa upplýsingar um ymisk tiltøk, um upp og afturlatingartíðir ymsastaðni, at keypa sær atgongumerkir til ymsik tiltøk og at útvega sær tilfar til útlendsk vinfólk.


Jólatræ

Komandi leygardag skipar Eysturoyar Kunningarstova saman við Runavíkar kommunu fyri, at jólatræ verður tendrað í Runavík kl. 17. Hesa løtuna fer hornorkestrið á staðnum at spæla ymisk jólaløg, røða verður eisini hildin og kakao og bollar verða at fáa.