Vit taka trupulleikan við rúsevnum í størsta álvara

Ein arbeiðsbólkur er settur at koma við uppskotum um, hvussu vit fáa bast trupulleikanum

Landsstýrið ásannar, at støðan við hørðum rúsevnum millum ung er sera álvarsom. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Brandur Sandoy tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt, hvat landsstýrið ger við trupulleikan, vit hava av rúsevnum í Føroyum.

Landsstýrismaðurin sigur, at landsstýrið leggur stóran dent á at basa hesum trupulleikanum og sostatt er avgerð tikin um at seta munagóð tiltøk í verk, so vit fáa bast støðuni við hørðum rúsevnum ímillum ung.

Og hann vísir á, at talan er ikki bara um smugling, tí løgreglan arbeiðir eisini við einum máli um at rúsevni eru framleidd í Føroyum. Men sum nakað nýtt hevur landsstýrið gjørt av at seta ein arbeiðsbólk við umboðum allar viðkomandi myndugleikar, nevniliga Løgmansskrivstovuna, Fíggjarmálaráðið, Mentamálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Kommunufelagið og Politiið at viðgera trupulleikan.

Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum er í tveimum, tí fyrst skal hann koma við uppskotum um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk beinanvegin, og síðani skal arbeiðsbólkurin koma við uppskotum um, hvat skal gerast frameftir.

Í seinasta lagi um 14 dagar skal arbeiðsbólkurin lata landsstýrinum tilmæli um, hvat skal setast í verk beinanvegin fyri at tálma útbreiðsluna og nýtsluna av rúsevnum. Tá hetta arbeiðið er gjørt, skal arbeiðsbólkurin undir hin partin, sum er meira umfatandi. Endamálið við tí er bólkurin skal handa landsstýrinum eina heildarætlan fyri, hvørji tiltøk skulu setast í verk, so vit fáa bast trupulleikanum við rúsevnum í framtíðini.

Í hesum sambandi heldur Kaj Leo Holm Johannesen, at tað er av størsta týdningi, at vit hava eitt gott eftirlit, tá tað snýr seg um innflutning av ólógligum rúsevnum. Sjálvur kundi hann hugsað sær, at vit høvdu eitt nógv strangari eftirlit enn vit hava.

Men hann sigur, at hetta er ein spurningur, sum hoyrir undir landsstýrismannin í fíggjarmálum, so tað fær hann ikki svara upp á.