- Vit taptu móti einum betri liði

Føroyar taptu í dag 3-0 í venjingardystinum í Kópavági móti Íslandi - manna við leikarum úr heimligu kappingini. Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, sigur við heimasíðuna hjá FSF, at íslendska liðið var væl betri.

- Dysturin var javnur í fyrra hálvleiki. Vit høvdu fleiri møguleikar - ja, tann besta í øllum dystinum, tá Arnbjørn (T. Hansen, blðm.) gjørdist leysur framman fyri málinum. Tíverri skjeyt hann beint á málverjan. Teir vóru omaná í seinna hálvleiki, og tað var týðuligt, at teir vunnu upp á betri kondisjón, staðfestir Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjarin.

Hann sigur seg vera væl nøgdan við samlaða innsatsin, og hann fegnast serliga um Inga Højsted, sum var á miðvøllinum til hann var útskiftir miðskeiðis í seinna umfarinum.

- Tað var gott at síggja Inga aftur á landsliðnum. Hann gjørdi tað gott, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF. Hann vil eisini nevna Johan Troest Davidsen og Símun Samuelsen, sum avrikaðu væl.