Vit taptu í verjuni

Hondbóltur: – Vit komu ongantíð ordiliga í gongd í verjuni, og tað sást aftur í álopinum. Tað er fyrst og fremst í verjuni, at vit tapa dystin, staðfesti málverjin hjá Tjaldri, Guðrun í Lágabø, eftir dystin í Runavík í gjárkvøldið.
– Og sjálvt um allir tríggir málverjarnir hjá Tjaldri komu inn, megnaði eingin av okkum at steðga Stjørnuni. Tað sigur eisini seg sjálvt, at eingin klárar at standa einsamallur í málinum. Soleiðis var tað fyri tað nógva, tí verjan riggaði so illa hjá okkum.
Guðrun í Lágabø helt eisini, at tekniskir feilir kostaðu dýrt, tí Stjørnan var beinanvegin yvir Tjaldursspælarunum og revsaði øll mistøkini hart.
– Í hinum endanum skutu vit á málverjan ella við síðuna av, so einki er at siga til, at vit taptu. Tær spældu so øgiliga nógv betri enn vit, og at tað blivu 14 mál á muni, fortelur væl alt, sigur málverjin, ið tó velur at halda høvdið høgt undan dystinum í annaðkvøld.
– Vit ætlaðu sjálvandi ikki at tapa í kvøld, og tað ætla vit heldur ikki, tá vit fara til Klaksvíkar. Men skulu vit vinna, so krevst fyrst og fremst, at vit eru nógv meira ágangandi í verjuspælinum.