Vit tarna ikki gongdini í málinum

­ sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður í Kirkjubøar kommunu.

Í stuttari viðmerking til málið sigur bygdaráðsformaðurin í Kirkjubøar kommunu, Annfinn Brekkstein, at bygdaráðið hevur ikki fingið høvi at úttala seg í málinum og at tað er beinleiðis ósatt, tá ið Arne Thorsteinsson, landsantikvarur á Føroya Fornminnissavni í brævi til kommunala eftirlitið sigur, at " nú er somikið útliðið, at forboð bygdaráðsins fyri at fara undir arbeiðið uttan skrivligt loyvi frá bygdaráðnum er til almikið tarn fyri gongdina í arbeiðinum". ­ Fyrisitingarliga hava vit viðgjørt málið á rættan hátt í bygdaráðnum og tað er fráboðað Fornminnissavninum í skrivi 26. mai, at málið kom fyri á bygdaráðsfundi 8. juni. Tá gjørdi bygdaráðið av at senda málið til ummælis hjá byggiráðgevanum hjá kommununi. Síðani hava vit ikki havt bygdaráðsfund. Tí hava vit ikki kunnað úttala okkum í málinum og tískil hava vit ikki tarnað nøkrum arbeiði, sigur Annfinn Brekkstein.

Aðra viðmerking hevur bygdaráðsformaðurin í Kirkjubøar kommunu ikki til málið fyribils, tí bíðað verður eftir svari frá kommunala eftirlitinum uppá fyrispurning í málinum.