Hagstovan hevur í dag nýggj hagtøl um útflutning og innflutning níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Innflutningurin vaks við 5 prosentum, meðan útflutningurin minkaði við 12 prosentum.
Innflutningurin er vaksin við 270 mió. krónum, sum svarar til 5 prosent. Men útflutningurin minkaði við 764 mió. krónum, sum svarar til heili 12 prosent. Í september var hann minkaður við 542 milliónum krónum samanborið við somu tíð í september í fjør.
Stóra minkingin í útflutninginum er av laksi við 604 mió. krónum - ella 21 prosentum. Minkingin vísir seg eisini í uppsjóvarfiski, makreli, sild og svartkjafti við 420 mió. krónum, sum svarar til 38 prosent samanborið við somu tíð í fjør.
Tó vaks virðið av toski, upsa og hýsu við 7 prosentum ella 66 mió. krónum.
Verður samanborið millum nøgd og virði av fiskavøruútflutninginum, var minkingin í virði 15% og í nøgd 8%.
Í innflutninginum er vøkstur í øllum høvuðsvørubólkum uttan akførum, har tað er ein lítil minking við 2%. Størsti vøksturin bæði í krónum og í prosentum er í brennievni, har vøksturin var 268 mió. kr. ella 38%. Síðani í maskinum og amboðum við 206 mió. kr. ella 34% og í tilfari til byggivinnu við 153 mió. kr. ella 31%, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.