Løgmansrøða
Undir viðgerðini av løgmansrøðuni og ólavsøkupakkanum, var Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi, framsøgumaður fyri flokkin.
Hann byrjaði sína røðu við at líta aftur til byrjanina av hesum valskeiði.
- Tá CHE-samgongan sá dagsins ljós í februar í fjør, vóru fráboðaðar stórar ætlanin og eitt siðaskifti innan fiskivinnuna. Men eftir mikið stríð í einar átta mánaðar og lítla úrtøku, staðfesti Høgni Hoydal, at Tjóðveldi ikki var stjórnarberandi, og stutt eftir slitnaði CHE-samgongan. Samstundis varð okkara samfelag rakt av stjórnarloysi.
Jákup vísti síðan á alheims fíggjarkreppuna, sum fór at gera um seg, fyrst í USA og sum síðan breiddi seg sum skógarbrandur um allan heim.
- Føroysku peningastovnarnir vórðu eisini raktir, tíbetur ikki so hart, sum í londunum uttanum okkum. Henda fíggjarkreppa var so djúptøkin, at hon skjótt hevði avleitt eina alheims búskaparkreppu.
Jákup vísti á, at her heima merktu vit skjótt eitt ógvusligt fall í fiskaprísum, serliga á toski og hýsu. Fiskiskapurin minkaði eisini, serliga hjá húka-og línuflotanum, rentan hækkaði og í eitt tíðarskeið vóru oljuprísirnir so høgir sum ongantíð áður.
- Stutt sagt var støðan sera ivasom og døpur. Tað breyt í bæði borð, og tú sást ógvusligar brotasjógvar frammanfyri stavn, legði hann aftrat.
ABC
Jákup Mikkelsen segði, at fyritreytirnar vóru ivasamar og truplar, tá ABC-samgongan tók við í september mánaða í fjør.
- Fólkaflokkurin var sinnaður at taka við ábyrgd, hóast útlitini vóru sera vánalig og vitandi, at tung tøk og ópopulerar avgerðir skuldu takast.
Løgtingsmaðurin helt, at ólavsøkurøða løgmans fevnir víða og nemur við flestu tættir í samfelagnum.
- Men løgmanni líkt, er røðan framborin á ein sera varisligan hátt, so neyvan nakar kann kenna seg stoyttan ella østan av henni.
Jákup ásannaði, at løgmaður í síni røðu nam við tey mest týdningarmiklu økini, tó at okkurt lá eftir.
- Løgmaður er sum heild bjartskygdur og vísir á nógv ymisk viðurskifti, sum skulu fremjast í verki. Hann nemur eitt nú við okkara uttanríkispolitikk og vísir á, at ein serfrøðingarbólkur greinar, hvussu vit fáa gagnligasta tilknýtið til ES.
Formaður Fólkafloksins segði, at so leingi, sum Føroyar ikki hava sjálvstýri, er rætt at staðfesta, at vit ikki tosa um limaskap í ES.
- Málið má vera, at vit fáa eina avtalu um tey fýra frælsini, og at vit royna at tryggja føroyska vinnulívinum so góða atgongd til ES-marknaðin og aðrar marknaðir sum gjørligt, segði hann.
Tillaging av flota
Í síni røðu nam løgmaður við fiskivinnuna og sigur, at landsstýrið er farið at kanna møguleikan at seta á stovn eina skipan við loyvisgjaldi, ið verður oyramerkt í ein bygnaðargrunn, sum kann skunda undir at tillaga flotan.
- Fyri at eingin misskiljing skal vera, hava vit í samgonguni avtala, at hetta arbeiði skal gerast í tøttum samstarvi við vinnuna, og fyri Fólkaflokkin er tað ein fyritreyt, at semja fæst við vinnuna á hesum øki.
Jákup Mikkelsen vísti á, at tað liggja stór og spennandi perspektiv í einum slíkum bygnaðargrunni, sum vinnan sjálv rindar í og umsitir og sum fer at gera vinnuna føra at taka sær av sínum egnu viðurskiftum, eitt nú inntøkutrygd, kreppuhjálp ella tillagingum av flotanum.
- Men tað er avgerandi, at vinnan er við í einari loysn, og at tað er vinnan, sum kemur at umsita ein slíkan grunn. Sama er galdandi við víddargjaldinum til alivinnuna. Tann peningur, sum kemur inn frá alivinnuni, skal fara í ein menningar-og granskingargrunn, sum alivinnan sjálv skal umsita.
Fólkaskúlin
Jákup vísti á, at skúlabygnaðurin sambært løgmansrøðuni skal broytast grundleggjandi, men løgmaður kemur ikki nærri inn á, hvussu hesin bygnaður skal broytast.
- Skúlareindirnar skulu fækka, og soleiðis fara smáu bygdaskúlarnir í søguna. Hetta man kennast svárt fyri tær bygdir, sum hetta fer at raka, men fyri næmingarnar verður hetta á mangan hátt betri, legði hann aftrat.
Løgmaður førdi eisini fram, at ein miðvís íløga skal gerast í at útbúgva og eftirútbúgva lærarar og leiðslur á skúlum og stovnum, og hetta helt Jákup í síni umrøðu vera sera týdningarmikið.
- Vit ynskja, at fólkaskúlin skal gerast besti skúli í heiminum. Tí er neyðugt, at vit geva skúlanum allar tær fyritreytir sum skulu til fyri at náa hesum máli, segði løgtingsmaður Fólkafloksins, sum annars undraðist á, at løgmaður í hesum sambandi ikki nevndi Visjón 2015 við einum orði.
Jákup ásannaði, at ofta verður tosað um tað neyðuga í at bøta um fysisku karmarnar innan skúlaverkið, at menna leiðsluførleikar og um at eftirútbúgva lærarar.
- Men eg haldi, at tann týdningarmesti parturin ofta verður gloymdur, og tað er heimið og foreldrini.
Hann legði dent á, at skal skúlagongdin eydnast væl, er neyðugt við góðum skúla og góðum lærarum, men foreldrini hava ein altavgerandi leiklut.
- Eg veit, hvat eg tosið um, tí eg havi verið næmingur, lærari og foreldur, og tí veit eg, at foreldranna partur hevur ein avgerandi leiklut, um vit skulu fáa besta skúla í heiminum, segði framsøgumaður Fólkafloksins.
Almannamál
Jákup Mikkelsen fegnaðist um orð løgmans undir umrøðuni av almanna-og heilsumálum og vísti á, at hvørt mansbarn í Føroyum veit, hvussu týdningarmikil, eym og kensluborin hesi øki eru.
- Her ætlar samgongan at fáa loyst úr lagdi og framt stórar og spennandi verkætlarnir innan hesi øki, segði framsøgumaðurin, sum síðan vísti á mong ymisk mál, sum ætlanin er at gera nakað við.
Hetta vísir, segði Jákup Mikkelsen, at samgongan hevur eitt stórt hjarta fyri hesum øki, og nú er avbjóðingin at vísa tað í verki, legði hann aftrat.
Framsøgumaður og formaður Fólkafloksins á tingi hevði eins og hinir framsøgumenninir eina lutfalsliga langa røðu, sum vit ikki kunnu endurgeva í fullum líki á hesum sinni.