- Vit trýsta ikki næmingar til ávísa áskoðan

Frískúlin hjá Kelduni svarar nú aftur upp á sendingina Gud Signi Føroyar, sum varð send í síðstu viku.

- Vit trýsta ikki næmingarnar at hava eina ávísa áskoðan, men læra tey at síggja tingini frá fleiri vinklum. Samstundis byggja vit á tað kristna grundarlagið - eins og fólkaskúlalógin eisini vísir á, skrivar leiðslan og stýrið fyri frískúlan Kelduna í viðmerking til Gud Signi Føroyar í dag. 

 

 

- Í viðgerðini um frískúlan Kelduna, ger Heini í Skorini nakrar niðurstøður og orðingar um frískúlan, sum ikki eru í samsvari við veruleikan. Ein partur av tí, sum kom fram í sendingini, gav hyggjaranum eina skeiva og ósakliga mynd av frískúlanum, skrivar leiðslan í frískúlanum og vísir á, at Heini í Skorini, journalistur, millum annað sigur, at frískúlin forkastar menningarlæruna, at í frískúlanum verður vísundaliga ástøðið um menningarlæruna vrakað - tí hetta er í stríð við bíbilsku skapanarlæruna. 

 

 

- Til hesi uppáhald kann sigast, at næmingarnir í 7. flokki læra um menningarlæruna, sum ein part av tí, sum námsætlanin ásetur. Tosað verður í hesum sambandi eisini um heimsáskoðanir, ið kunnu ávirka okkara hugsan. Vit leggja dent á at lýsa hetta frá fleiri síðum, og brúka vit ikki orðingar, sum siga, at menningarlæran er skeiv ella røtt, men tosa um, at tað finnast ymiskar áskoðanir um henda spurning. Vit trýsta ikki næmingarnar at hava eina ávísa áskoðan, men læra tey at síggja tingini frá fleiri vinklum. Samstundis byggja vit á tað kristna grundarlagið - eins og fólkaskúlalógin eisini vísir á, skrivar leiðslan og vísir á, at tey halda ikki fortreytirnar fyri samrøðuni vóru rættar.  

 

 

- Vit meta ikki at fortreytirnar fyri at gera samrøðu við Heina í Skorini, vóru í lagi, tí vit ikki frammanundan fingu nágreiniliga at vita, hvat samrøðan við skúlaleiðaran skuldi brúkast til. Tískil eru orðingarnar í samrøðuni nokk so yvirskipaðar og geva ikki eina nóg fjølbroytta mynd at veruleikanum. Sendingin gav tí eina fatan av, at vit sum skúli ikki taka hædd fyri náttúruvísindi.  Ført var m.a. fram, at Hammer ávarar ímóti eini trúgv, sum vrakar vísindi, og at ein banal tulking útfrá 1. Mósebók avmarkar teirra heimsfatan og gudstrúgv, skrivar leiðslan. 

 

 

- Til hetta vilja vit vísa á, at vit læra ikki næmingarnar, at teirra trúgv er í stríð við náttúruvísindi.
Sum menniskju og lærarar eru vit øll ávirkað og myndað av okkara bakgrund, umhvørvi og lærdómi. Ongin undirvísing er neutral. Men vit leggja dent á, at undirvísingin eigur at vera saklig og virða tey, sum hava aðrar áskoðanir og sannføringar, skrivar leiðslan. 

 

 

Les alt lesarabrævið við at trýsta her