Vit vórðu bæði kløkk og hørm

Hetta er eitt afturstig fyri tey, sum hava Alzheimer, sigur Malan Mohr, forkvinna í Alzheimerfelagnum

- Vit vóru bæi kløkk og hørm tá ið vit sóu uppskotið til fíggjarlóg fyri 2017.

 

Tað sigur Malan Mohr, forkvinna í Alzheimerfelagnum, nú Løgtingið viðgerð  fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Hon sigur, at tey frøddust tá ið løgtingið samtykti at seta 250.000 krónur av í ár til Demensætlanina. Tey fegnast eisini um, at demenssamskipari loksins er byrjaður í starvi á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum.

 

Men tey staðfesta samstundis, at hetta var ikki nóg mikið. Men tað er kortini ein byrjan, sigur Malan Mohr.

 

– Tí gjørdust vit sera kløkk og hørm, tá ið staðfestu, at á fíggjarlógini fyri næsta ár er eingin peningur settur av og markaður til Demensætlanina.

 

Hon vísir á, at har tað áður vóru 250.000 krónur markaðar til demensætlanina, er ikki ein króna markað til endamálið næsta ár. Landsstýrið sigur, at ístaðin fyri er játtanin flutt yvir í heildarjáttanina hjá Landssjúkrahúsinum

 

– Vit halda, at hetta er eitt afturstig fyri demensøkið, tí tað er umráðandi, at peningur aftur verður settur á Demensætlanina, sigur Malan Mohr.

 

Hon leggur afturat, at harafturat má minst tvær ferðir so nógv av peningi setast av til Demensætlanina, tí ein demenssamskipari er jú settur í starv.

 

Peningurin eigur at verða markaður til Demensætlanini, heldur enn at verða ein partur av høvuðskontuni hjá Landssjúkrahúsinum, tí tað gevur onga vissu fyri, at demensøkið fær ta játtan, sum tørvur er á, sigur Malan Mohr.

 

Tí heita tey í Alzheimerfelagnum staðiliga á Løgtingið um at tryggja, at Demensætlanin fær neyðugu játtanina á fíggarlógini fyri 2017, tí annars stúra tey fyri, at Demensætlanin kann fara fyri bakka.