Hans Pauli Strøm sigur nú í viðmerking, at hann og aðrir kendir føroyingar vóru í góðum lag, men hann avnoktar, at hann var fullur. -Eg var í góðum lag, og millum annað prátaði eg eina løtu við kend fólk, millum annað Tórbjørn Jacobsen og Bjørn á Heygum, og tað er rætt, at vit vóru nakað harðmæltir, tí onkur rópti á okkum og bað okkum tiga. Eftir hetta setti eg meg undir liðini á Kára P. og lurtaði eftir Hanus G. Johansen, sum var síðstur maður á pallinum.
Og tá hann var liðugur, fór eg til hús, skrivar Hans Pauli Strøm til portalin.
Hann sigur, at tað einki hevur við veruleikan at gera, at hann hevur rópt eftir sangarum, verið dýrandi fullur ella verið ?óbehagiligur? við fleiri fólk.