Hann skeyt ikki færri enn átta mál fyri VÍF, og samstundis var hann ein brandur í verjuni hjá vestmenningum, tá ið teir mikukvøldið vunnu sær sess í finaluni. Sámal Joensen prógvaði enn einaferð, at hann hevur ómetaliga stóran týdning fyri liðið hjá VÍF.
Óvanligur gejstur
Sámal Joensen segði eftir dystin, at teir høvdu tikið sær um reiggj eftir dystin móti KÍF sunnudagin.
- Vit vóru orduliga tendraðir til dystin í kvøld. Eg haldi ikki, at eg nakrantíð hava upplivað slíkan gejst á VÌF-liðnum sum í kvøld, og tað gav eisini úrslit. Uppleggið undan dystinum var, at vit skuldu verða líka garvillir, sum kollfirðingar vóru, tá ið teir vunnu á okkum sunnudagin. Vit spældu tí hart og kontant, og tað loysti seg. Verjan hjá okkum spældi ein tann besta dystin leingi, og Dejan í málinum spældi sín lívs dyst, segði Sámal Joensen.
Mótstøðuliðið hjá VÍF í finaluni verður StÍF, og tað er ikki fyrstu ferð.
- Man kann siga, at StÍF hevur verið marran hjá VÍF í steypakappingini í fleiri ár. Vit vunnu finaluna móti teimum í 1999, men taptu móti teimum í finaluni í 2001. Øll hini árini í hesum tíðarskeiði haldi eg, at tað eru strandingar, ið hava sligið okkum út, áðrenn komið hevur verið til finaluna, so teir hava verið ein plága hjá okkum í steypakappingini, staðfestir Sámal Joensen. Hann leggur afturat, at nú má tað verða nóg mikið, og at í ár eru tað vestmenningar, ið standa fyri tørni til at fara við steypinum.
- Eg ivist heldur ikki í, at hava vit sama gejst í finaluni, sum vit høvdu í kvøld, so vinna vit tann dystin eisini, segði Sámal Joensen at enda.