Vit vóru so nær

Turkiski landsliðsvenjarin, Fatim Terim, helt at hansara spælarar høvdu uppiborið betri enn ein knústan finaludreym. – Eg eri keddur, tí vit vóru so nær finaluplássinum. Mínir spælarar høvdu uppiborið betri. Gjørdist talan um longda leiktíð, so kundu vit vunnið, men tú skalt so heldur ikiki gloyma, at vit hava givið turkiska fólkinum ótrúliga nógv, segði hann eftir dystin.