- Eg haldi ikki, at vit spældu so væl henda dagin. Vit eru eisini eitt skifti út í seinna hálvleik aftan fyri við sjey málum, men so koma vit ordiliga væl aftur ímóti endanum, men tíverri gekk hetta ikki. Eg haldi tó, at vit vístu sera góðan hugburð síðstu løtuna. Vit eru tó sera skuffaði um at tapa fyrsta dystin í ár, men vit mugu bara koma víðari og arbeiða hart fram ímóti næsta dystinum, heldur Poul Kjartan.