SOSIALURIN, Løgtingið: Vit fara ikki at velja ein nýggjan landsstýrismann. Hetta var stutta men greiða viðmerkingin hjá Helenu Dam á Neystabø, tá SOSIALURIN hitti hana í gongini í løgtinginum fyri løtu síðani.
Løgmaður hevur hetta á Sjálvstýrsflokkin um at koma við uppskoti um nýggjan landsstýrismann, eftir at hann á midnátt gav Sámali Petur í Grund sekkin.
Men tað fer Sjálvstýrisflokkurin so ikki at gera, og Helena Dam á Neystabø vildi ikki greiða nærri frá støðu floksins til samgonguna.