Tann fyrsta februar búðu tað 52.199 fólk í Føroyum. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Tey siga, at sostatt er fólkatalið vaksið 835 fólk hetta seinasta orðið og tað er ein vøkstur upp á 1,6 prosent.
Hagstovan sigur, at ein triðingur av fólkavøkstrinum stavar frá einum burðaravlopi upp á 273 fólk, tað merkir, at tað eru 273 børn fleiri fødd enn tað eru fólk, sum eru deyð. Hin parturin av fólkavøkstrinum stavar frá eini nettotilflyting upp á 562 fólk og tað merkir, at tað fluttu 562 fólk fleiri til Føroya enn tað fluttu úr Føroyum.
Gongdin er, at um ársskiftið 2013-2014 vóru vit umleið 48.300 fólk í tali, men síðani tók fólkatalið at veksa og síðani er tað vaksið eini 70 fólk um mánaðin.