Vit verða væl móttikin

Fólk smílast til okkara, og vit merkja ongar negativar reaktiónir, siga Rúna Hentze, nevndarlimur, og Kenneth Samuelsen, formaður fyri Starvsfólkafelagnum hjá Føroya Banka

Lagið var gott uttan fyri høvuðsdeildina í Føroya Banka við Húsagøtu seinnapartin í gjár.

Fitt av starvsfólki var savnað saman fyri at gera vart við teirra ónøgd um, at samráðingarnar millum Arbeiðsgevarafelagið fyri Fíggjarstovnar í Føroyum og Finansforbundet vóru slitnaðar.

Fólk hugnaðu sær eisini við pylsum og kaffi og tosaðu við tey, ið komu framvið. Og tey, sum duttu framvið, fingu eisini bjóðað bæði mat og drekka.

Í gjár stóðu starvsfólkini bert uttanfyri høvuðsskrivstovuna við Húsagøtu, men í dag hava tey víðkað tiltøkini til eisini at umfata stóru deildina í Niels Finsensgøtu, og í Gongini, har Trygd heldur til.

- Vit hava onga váttan fyri, at lønarhækkingin, sum AFF bjóðar, verður nøktandi fyri triðja og fjórða árið eisini. So vit hava onga trygd fyri, at vit ikki í veruleikanum fáa eina samlaða reallønarlækking í síðsta enda, og tað kunnu vit ikki góðtaka uttan víðari, segði Kenneth Samuelsen, sum er formaður í Starvsfólkafelagnum hjá Føroya Banka.

 

Ganga í vaktum

Í morgun eru umboð fyri Starvsfólkafelagið hjá Føroya Banka og Finansforbundet farin til Suðuroyar fyri at hava kunnandi fund við starvsfólk hjá Føroya Banka har suðuri. Tann fundurin var í Øravík á miðdegi í dag.

Men tann stóri parturin, sum eftir er í Havn, stendur vakt á nevndu trimum støðum, og tey ganga í vaktum.

- Tað er skipað soleiðis fyri, at vit standa vakt í tríggjar tímar í senn, so verður vaktarskifti, sigur ein av teimum, ið tók fyrstu vaktina uttan fyri deildina í Niels Finsensgøtu í morgun.

Summi hava til uppgávu at gera kaffi, onnur ganga og mæla ímillum fyri at sýna sín stuðul. Men pylsur eru ikki at fáa í dag, eins og í gjár.

Pylsur ella ikki, so gongur tað nokk, og fólk duldu ikki fyri, at tey høvdu brynjað seg til tiltøk í fleiri dagar fram.