Vit vera ikki keypt ella seld

Nógvir leirvíkingar halda seg ikki hava nóg góðar upplýsingar til at taka støðu til, um tað er rætt við kommunusamanlegging. Tey halda skotbráðið vera ov stutt, til at taka avgerðina. Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, skilir ikki átalurnar frá bygdafólkinum

- Vit hava roynt at kunnað borgararnar um ætlanirnar um samanlegging, millum annað við at leggja upplýsingar á okkara heimasíðu. Tá sáttmálin bleiv kunngjørdur 23. juni bleiv tað sligið rættiliga stórt upp í fjølmiðlunum, um at ein bygdarráðsfundur skuldi vera 26. juni bæði í Gøtu og Leirvík um kommunusamanlegging, og um at vit skuldu koyra ein sáttmála út til fólkaatkvøðu. Men eingin borgari í Leirvík møtti upp til fundin. Høvdu tey møtt upp til fundin, so høvdu tey eisini verið kunnaði, sigur Fríðgerð Heinesen.


- Tá spurningurin um samanlegging kom út í fjølmiðlarnar, so var hann ikki um, hvat vit ætla við hesi nýggju kommununi. Spurningurin var bara: Hví leggja tit ikki saman við Fuglafirði? Tað hevur víst seg, at orðaskiftið í Leirvík hevur snúð seg um júst henda spurning. Tað er ikki fyrr enn nú, fólk byrja at spyrja, hvat tað merkir, at Gøta og Leirvík leggja saman.


Í sáttmálanum um samanleggingina, hava bygdarráðini ikki skrivað nakað konkret um, hvat skal henda, eftir kommunurnar eru vorðnar ein.


 <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Ætlanir


Hvat eru ætlanirnar fyri kommunurnar eftir samanleggingina?<o:p></o:p>


- Um kommunurnar verða lagdar saman, verður tað nýggja bygdaráðið, sum avgerð hvat skal gerast, sigur Fríðgerð Heinesen.


Men hon heldur, at í tíðarskeiðinum frá nú til eina møguliga samanlegging, hava sitandi bygdarráð ávirkan, kunnu samstarva og hava møguleika at gera íløgur í felag.


- Nú hava vit til dømis eitt samstarv um sløkkiliðið. Vit hava eitt sløkkilið í hvørjari av kommununum. Har kundu vit valt at lagt tey saman til eitt felags sløkkilið. Vit kundu eisini fara eitt stig víðari, og gjørt tað soleiðis, at vit eiga alt í felag. Tað er ein spurningur um, hvussu vit velja at arbeiða framyvir, um vit vita, at kommunurnar vera ein um tvey ár, tí tá koma vit at eiga alt í felag.


Bygdarráðini hava ikki lovað hvørjum øðrum hvørji ávís ting skulu vera í hvørjari bygd, at um vit fáa hetta, so fáa tit hatta.


- Vit hava valt at siga, at hetta er ikki sum í fleiri øðrum samanleggingum. Vit hava ikki gjørt eitt gerðabýti ella ein handil. Vit vera ikki keypt ella seld fyri at vera saman við Gøtu, sigur Fríðgerð Heinesen.


- Vit hava sagt, at Leirvík hevur stórt sæð teir hentleikar, sum vit hava brúk fyri. Tað hevur Gøta eisini, og tað kemur eisini nýtt allatíðina. Sumt skal vera í báðum bygdum, meðan aðrar íløgur áttu ikki at verið gjørdar í báðum støðum. Vit hava valt ikki at fara inn á konkretar spurningar.


 <o:p></o:p>


Alt verður sum tað er


Áttu tit ikki verið meira ítøkilig, tá nú leirvíkingar eru bangnir fyri, at alt fer úr bygdini?<o:p></o:p>


- Vit hava avtalað, at alt verður, sum tað er. Skúlin verður har, sum hann er. Barnagarðurin verður har, sum hann er. Fótbóltsvøllurin verður har, sum hann er. Brandbilurin verður har, sum hann er. Vit hava ongar ætlanir um, at gera nakrar broytingar har. Vit ætla at kommunurnar skulu koyra, sum tær gera. Tá vit leggja saman, er tað ein spurningur um at útbyggja víðari.


Sum dømi nevnir Fríðgerð Heinesen, handilssentrið, ið gøtumenn eru í ferð við at gera í Gøtudali.


- Fyri okkum er tað bara ein íløga í ta nýggju kommununa. Tað er gott fyri alt økið, at gøtumenn byggja handilssentur, tað missa vit einki við. Grundarlagið fyri samanleggingini er, hvussu vit best kunnu samstarva og fáa best burturúr í felag. Og ikki at vit hugsa um at fáa mest burturúr hvørjum øðrum. Hesa áskoðan eru bygdarráðini samd um í dag.


Tá tosa er um útbyggingar, er til dømis tosað um havnabygging í Leirvík, men enn er ikki nøkur avtala komin uppá pláss um hetta.


- Vit lova ikki leirvíkingum ein nýggjan bátahyl ella okkurt annað, sum enn ikki er fingið uppá pláss, bara fyri at fáa tey at atkvøða fyri eini samanlegging, um tað vísir seg ikki at gerast veruleiki eftir samanleggingina.


Tað kommunurnar báðar hava avtalað nú er, at um tær skulu gera stórar íløgur og fara at læna pengar, so skulu tær tosa saman áðrenn, so tær ikki hvør í sínum lagi gera stórar íløgur í tey somu tingini, sum ikki er neyðug at hava í báðum bygdunum. Til dømis eina størri havn í Leirvík og eitt handilssentur í Gøtu.


 <o:p></o:p>


Stutt skotbrá


Fólk í Leirvík ákæra bygdarráðið fyri at royna at pressa eina samanlegging ígjøgnum, við at geva teimum so stutt skotbrá. Tey halda at tað er ov seint at borgarafundurin um samanlegging er týsdag, og at borgarin longu skal atkvøða leygardag. Men Fríðgerð Heinesen vísir hesum ákærum aftur.


- Vit hava haft tveir fundir. Ein var í Gøtu, sum bæði var fyri gøtufólk og leirvíkingar, men har vóru øðiliga fáir leirvíkingar. Fundurin týskvøldið, var ikki fyrsti fundur um málið.


- Ætlanin við at hava tveir borgarafundur var, at á tí fyrra kundu vit leggja málið fram. Síðan kundu fólk hugsa um tað, og hava høvi at møta á tí næsta fundinum og seta spurningar, um tey føldu, at teir ikki vóru svaraðir á tí fyrra, sigur Fríðgerð Heinesen.