Túrurin undir Vestmannabjørgini er millum fremstu útferðarmál í Føroyum. Og onga staðni, heldur ikki í londunum uttan um okkum, kanst tú á sama hátt uppliva djúpar holur, smøl sund og drangar við ríkum og fjølbroyttum fuglalívi og so tað steyrrætta bergið, sum fer næstan 700 metrar beint upp í loft, alt á einum stað.
Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um eina umhvørvisætlan, sum er í umbúnað fyri ferðavinnuna í Føroyum. Tað er Durita Brattaberg, landbúnaðarkandidatur í umhvørvisumsiting, ið hevur fingið uppgávuna frá Ferðaráð Føroya at gera hesa ætlanina, og í tí liggur, at tey, sum reka ferðavinnu greitt fáa at vita, hvørji fyrilit skulu takast við atliti til náttúru og umhvørvi.
Í samrøðuni við Duritu Brattaberg segði hon millum annað, at eingin hyggur at, um ferðavinnan hevur árin á náttúruna, at ongar kanningar eru gjørdar av, hvussu tað ávirkar, at bátar sigla undir t.d. Vestmannabjørgini, og at tað er nærliggjandi at hugsa, at ferðslan við ferðafólki tætt undir bjørgini við motorbátum hevur árin á fuglalívið.
Taka fyrilit
Bjarki Skúvadal er ein teirra, ið siglir við ferðafólki undir Vestmannabjørgini og tað hevur hann gjørt í nógv ár. Hvat sigur hann til tað, ið Durita Brattaberg førir fram.
Sjálvandi heilsa vit eini umhvørvisætlan fyri ferðavinnuna vælkomnari. Vit taka tey fyrilit, at vit sigla spakuliga framvið, motorarnir larma ikki nógv, teir eru væl ljóðdoyvdir, og á hvørjum túri fáa fólk at vita, at tey ikki mugu órógva fuglin við til dømis at rópa. Vit sigla so tætt vit sleppa, uml. ein favn frá og tað órógvar ikki fuglin, tí hann er langt uppi ígjøgnum. Hellufuglurin, sum ikki hevur ungar, krýpur uppá helluna í góðum veðri og so stendur hann heilt niðri við sjóvarmálan. Men vit vita akkurát, hvar hann situr, og tí fara vit eitt sindur burtur frá, so vit ikki styggja hann burtur, sigur Bjarki Skúvadal.
Tað er stórur munur á, hvussu tað er nú og hvussu tað var fyrr undir Vestmannabjørgunum. Fyrr róku teir fugl upp á land, tóku hellufugl við stong, onkur fór upp í røkurnar og drangarnar at taka fugl. Tað hendi seg, at menn skutu upp í bjørgini. Tann besta dagin menn vita um, fingu teir 5000 fuglar í rakstri. Tí hevði ferðslan undir bjørgini so øgiliga stóra ávirkan á fuglin fyrr. Alt hetta verður ikki gjørt nú, fuglurin fær fullkomnan frið.
Vit gera einki uttan at vit sigla undir bjørgini og fuglurin rørir seg ikki hóast vit koma.
Meiri av fugli
Tað hevur altíð verið silgt undir Vestmannabjørgini við ferðafólki. Bjarki Skúvadal byrjaði í 1975, Palli Lamhauge byrjaði nakað seinni og Fríðrikur Bláhamar hevði siglt eitt sindur frammanundan, men ikki uppá sama máta sum nú.
Tað er meiri av fugli nú enn tað hevur verið. Fuglurin fór at minka 20-30 ár, áðrenn tann skipaða ferðamannasiglingin byrjaði, sigur Bjarki Skúvadal.
Hvør orsøkin er til, at fuglurin hevur verið í so stórari minking síðstu 50 árini sigur Bjarki Skúvadal.
Fuglurin hevur fingið ov lítið at eta. Samstundis er talan um eina ringrás uppá 50 ár við toppi og felli. Fyri 50 árum síðani var ógvuliga nógv til av fugli, nú eru vit í aldudalinum, men vit síggja, at talið veksur aftur. Í ár er í hvussu væl meiri enn tað hevur verið, sigur Bjarki Skúvadal.
Ferðamannasiglingin undir Vestmannabjørgini hevur tískil onga ávirkan á fuglameingið?
Nei, heldur tvørturímóti. Vit verja fuglin. Ongin torir at taka fugl og gera honum ónáðir, tí teir vita, at vit sigla fleiri ferðir um dagin, sigur Bjarki Skúvadal.
Smápartafelagið Skúvadal eigur og rekur tveir bátar, Barbaru og Urðardrang. Silgt verður fýra ferðir um dagin.