Vinnari
Fagnaðurin var øgiligur, tá seinastu sekundini av kvinnufinaluni vóru farin. Blái herurin av áskoðarum tusti inn á vøllin, og meðan væl kendu Queen tónarnir rungaðu í høllini, tóktust Neista-kvinnurnar bara njóta løtuna. Fyri fyrstu ferð síðani 1998 hevði liðið aftur gullmerki um hálsin.
Og tað var sjálvandi ein bæði fegin og errin Kára á Dunga, sum vit fingu orðið á, beint áðrenn hon skuldi á pallin eftir steypinum.
Vit søgdu tað við okkum sjálvar, at í dag skuldi tað henda. Stjørnan skuldi ikki sleppa avstað við steypinum aftur í ár. Og tí kempaður vit so fyri allar 60 minuttirnar.
Hvør var orsøkin til, at tað loksins eydnaðist tykkum at basa Stjørnuni?
Verjan. Fyrst og fremst verjan, og so tað, at vit trúðu upp á møguleikan. Og so sjálvandi eisini Manu. Hon spælir ein fantastiskan dyst, har hon pilkar alt sjálvsálitið úr spælarunum hjá teimum. Spælið hjá okkum er kanska ikki nakað at reypa av, og bæði liðini gera hópin av tekniskum feilum. Men vit royna alla tíðina at halda fast, og tað ger munin at enda.
Og so var annars lagt upp til veitslu hjá Neistanum. Felagið fyllir nú 75 ár, og tað skuldi sjálvandi markerast við manér.
- Vit skulu bara hugna okkum. Nú eru vit endiliga á toppinum aftur, og tað skal feirast, segði ein stórsmílandi Kára, áðrenn hon fór á pallin eftir steypinum, sum nú loksins aftur verður at finna í Neista-hølunum.