Í morgun læt Landingarmiðstøðin á Toftum uppaftur, eftir at Landingarmiðstøð Føroya einki virksemi hevur havt á Toftum og í Klaksvík seinastu tíðina.
Herfyri staðfesti nevndin aftanfyri Landingarmiðstøð Føroya, at útlitini fyri lønandi rakstri vóru so vánalig, at ráðiligt var ikki at reka virksemi víðari í táverandi leisti.
Teir, sum standa aftanfyri eitt felag undir stovnan, sum nú hevur latið landingarmiðstøðina á Toftum uppaftur, eru umframt Niclas Davidsen og Rúni Lamhauge, eitt nú Jóhannus M. Olsen og Poli Hansen.
Aftrat teimum er eitt nú landingarmiðstøðin á Eiði og landingarmiðstøðirnar í Sørvági og í Havn.
Ein av fyrstu døgunum fer Landingarmiðstøð Føroya undir hamaran, og tá ætlar felagið undir stovnan at liggja fram við at gerast partur av eini ella aðrari loysn, har landingarvirksemi á Toftum kann halda fram.
Niclas Davidsen metir, at eini 10-15 ársverk verða knýtt at virkseminum á Toftum.
- Landing og skiljing skapar lív í á havnalagnum, og sjálvandi hevur hetta ringvirkningar við sær.
Hann sigur, at tað er ein stór avbjóðing at fáa raksturin av bera seg, nú nøgdirnar av fiski hava verið minkandi, og aðrar landingarmiðstøðir eru komnar, eitt nú í Havn.
- Men, vit fara undir hetta virksemi við teirri fyritreyt, at vit vita, at hetta er trupult. Vit ætla at gera okkara ítarsta fyri at vita, um hetta ikki kann fáast at bera til, sigur Niclas Davidsen.