Vit vilja minnast okkara deyðu børn

- Familjan er ikki altíð tann besta at veita tann rætta uggan, tá ið tú hevur mist eitt barn. Trupulleikin verður gjørdur lítil, men fyri mammuna er hann ógvuliga stórur, sigur Annvør Nielsen frá felagnum Pinkubarnadeyði, sum skipar fyri minningarhaldi sunnudagin

 

MINNINGARDAGUR

 

- Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, og ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annaðhvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina, ella vit hava livað saman við teimum, sigur Annvør Nielsen, frá felagnum Pinkubarnadeyði.

 

Síðani 1997 hevur felagið Pinkubarnadeyði skipað fyri minningarhaldi fyri deyð børn Alla Halganna Sunnudag, tá ið vit eisini minnast tey, sum eru farin á sjónum.

 

Í felagnum Pinkubarnadeyði koma foreldur, sum hava mist børn, saman annan leygardag í hvørjum mánaði.

 

- Tá ið tú sjálv hevur mist eitt barn, veitst tú, at tørvur er at koma saman við øðrum, sum eru í somu støðu. Vit tosa saman og lurta eftir hvør øðrum. Eingin okkara er professiónellur, men vit vita kortini, hvat tað snýr seg um. Familjan er ikki altíð tann besta at veita tann rætta uggan, tá ið tú hevur mist. Mangan roynir familjan at fáa mammuna at gloyma barnið, sum hon hevur mist, men hetta hjálpir als ikki. Trupulleikin verður gjørdur lítil, men fyri mammuna er hann ógvuliga stórur, sigur Annvør Nielsen.

 

Tað er misjavnt, hvussu nógv fólk vitja í felagnum.

 

- Felagið er upprunaliga ætlað teimum, sum missa pinkubørn, men her koma eisini onnur, sum missa børn í 20. viku. Eisini koma onnur, sum hava mist børn í ferðsluni. Summi koma tvær-tríggjar ferðir, meðan onnur koma í fleiri ár í felagið, sigur Annvør Nielsen. Sjálv misti hon eitt barn í 1995.

 

- Sjálv havi eg arbeitt meg burtur úr sorgini, men føli kortini, at eg havi brúk fyri at vera við í felagnum, um enn ikki so ofta longur. Vit eru eini átta fólk, sum skiftast um at taka okkum av virkseminum í felagnum leygardagar, greiðir Annvør Nielsen frá.

 

Nakrar ferðir um árið verður skipað fyri tiltøkum, har fólk uttanifrá koma at greiða frá ymiskum, ið hevur við pinkubarnadeyða at gera.

 

Minningarhaldið verður í Dómkirkjuni sunnudagin kl. 16.00. Bergur Debes Joensen, sóknarprestur, prædikar. Petra Iversen luttekur við sangi. Minningarhaldið verður sum ein vanlig gudstænasta við altargongd. Tað verður møguleiki hjá teimum, sum hava hug til tess, at tendra eitt ljós, fyri tí barni, ið farið er og fyri at vísa kærleika, ið ongantíð verður gloymdur.

 

- Hetta er ein hátíðarlig og hugnalig løta, ikki at samanbera við eina jarðaferð, sigur Annvør Nielsen.

 

Í fleiri ár hevur verið skipað fyri líknandi minningarhaldum í Svøríki og Danmark, og seinastu fýra árini hava føroyingar tikið táttin upp.

 

- Undirtøkan hevur verið so góð, at vit hava valt at gera minningarhaldið sum ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast teirra deyðu - uttan mun nær og hvørjum sambandi viðkomandi er farin. Saman við børnunum í familjuni, tey sum vóru og tey sum eru komin, minnast vit tey deyðu børnini, sigur Annvørn Nielsen at enda.