Nýbygningar
Víkarmaðurin, Ólavur Samuelsen, sum býr í Elduvík og streymnesmaðurin, Kjartan Egholm, sum býr á Eiði, verða teir, sum skulu føra nýggju skipini hjá P/F Beta, Bak og Stelk.
Báðir hava teir verið í Spaniu í ein mánaða, meðan seinasta hondin er løgd á skipini.
Ólavur sigur, at heimferðin, sum tók 5 samdøgur, gekk uppá stás.
- Vit vóru seks mans umborð á hvørjum skipi; veðrið var gott, og alt gekk, sum tað skuldi.
Spurdur, hvussu skipini royndust í sjónum, sigur hann, at tey bóru seg væl, men við tað, at veðrið var so gott allan vegin, fingu teir ikki roynt, hvussu skipini roynast í sjaskveðri.
- Vit høvdu einaferð loringsvind, og eina aðru ferð lá hann framman tvørs á bakborðsbógvin, og eg haldi avgjørt, at skipini fóru væl við sær, sigur Ólavur.
Góð skip
Hann sigur, at bæði skiparum og manningum dámar bátarnar væl, og allir eru ógvuliga spentir at sleppa avstað.
- Og vit vilja sleppa avstað sum skjótast, leggur hann dent á.
Ólavur vísir á, at umborð á gomlu skipunum høvdu skiparar og stýrimenn hvør sítt kamar; síðan hevði manningin 2-3 manskømur.
- Men umborð á Baki og Stelki hevur hvør maður sítt kamar við brúsu og wc, og stykk eru bæði til sjónvarp, útvarp og teldu.
Hann vísir á, at eisini arbeiðsumstøðurnar umborð eru heilt øðrvísi og nógv betur enn umborð á gomlu skipunum.
- Maskinverkstaðurin, FJM, hevur sett eina kryvjilinju upp umborð, og vit eru ógvuliga spentir at vita, hvussu hon fer at rigga - og líkt er til, at hon fer at rigga væl, leggur Ólavur aftrat.
Ískrapi
Eitt annað, sum eisini er ein stór broyting við Baki og Stelki er, at fiskurin nú verður køldur við ískrapa og ikki vanligum ísi
- Vit hava tveir tangar, sum eru 5 tons hvør. Tá ið vit fara avstað, fylla vit uppí tangarnar, og tá tekur tað tríggjar tímar, til ískrapan er klár.
Á brúnni hava skipini alla vanliga útgerð, sum nýggj skip hava í dag.
- Jú, vit eru ógvuliga spentir og vóna sjálvsagt, at alt fer at gangast væl, sigur Ólavur Samuelsen, skipari.