Peter Holm, stjóri í Smyril Line, sigur seg ikki kenna nakað til, at fólk vera trýst í land av Norrønu og avnoktar blankt, at nøkur duld dagsskrá er við arbeiðsfólkunum har.
- Eg kann illa fyrihalda meg til tað, sum hevur verið, men eg vil sjálvandi hava eitt so gott arbeiðspláss sum gjørligt fyri okkara arbeiðsfólk. Tað hevði jú gjørt tað trupult at hava virksemi, um vit ikki fingu arbeiðsfólk til skipið, greiðir Peter Holm frá. Hann leggur afturat, at tað er satt, at loypandi broytingar alla tíðina verða gjørdar umborð, fyri at effektivisera virksemi, men tað er ikki nakað, ið fer at steðga nú.
- Mann má eisini minnast til, at talan er bæði um eitt farmaskip og eitt hotel, ið skulu rekast, og tað má mann fyrihalda seg til, tá mann leggur arbeiðsuppgávur, men eg meti, at vit veruliga royna at hava góðar arbeiðsumstøður hjá fólkunum umborð. Vit hava til dømis kunnað arbeiðsfólk okkara fyrst í allari tilgongdini, sum nú hevur verið, sigur stjórin.
Stjórin í Smyril Line greiðir eisini frá, at tað ofta hevur verið ein trupulleiki at fáa føroyingar umborð, men tað ber eisini til at fáa dugnaligar útlendingar. Í tí sambandi leggur hann afturat, at tað á ongan hátt er nøkur duld dagsskrá at fáa føroyingarnar í land, og leggur afturat, at hann ikki kann úttala seg um ting, sum eru hend fyrr, men hann bara kann gera tað so gott sum gjørligt í framtíðini.
Um skipið sjálvt metir Peter Holm seg ikki kunna siga so nógv.
- Eg eri ikki førur fyri at úttala meg skipstekniskt, og tað er Jan Højgaard helst heldur ikki, men tað hevur víst seg, at skip okkara veruliga klárar seg sum farmaskip í løtuni. Vit hava eisini tikið havnirnar har baldrut er burturúr, við til dømis at taka Ísland burturúr um veturin og heldur sigla oftari til Esbjerg. So til frakt er skipið væl egna í løtuni, greiðir Peter Holm frá.