Vit vita hvat endamál teirra er

Linda Margrethe Hesselberg nýtti nógva tíð í rættinum at prógva, at tað er eyðsæð, hvat endamálið hjá Sea Shepherd er í Føroyum.

 

Jógvan Páll Lassen, verji hjá Sea Shepherd vísti á, at hvørgin teirra, sum vóru handtikin á sandinum í Bø vóru farin út í, tá tey vóru handtikin. Hvørgin teirra hevði roynt at forða nøkrum grindadrápið, vísti hann á. 

 

Somuleiðis við teimum báðum í lítla gummibátinum, sum vóru handtikin við Tindhólm. Tey vóru framvegis langt frá grindini og sigldu ikki eingong móti grindini, vildi verji teirra vera við.

- Høvdu tey fingið frið eina lítla løtu afturat, vóru tey komin úr rakstrarøkinum og inn í Sørvágsfjørð, segði Jógvan Páll Lassen.

 

Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, helt tó hánt um hesa próvførsluna. Hon førdi fram, at vit nýta einans hyggja at, hvat Sea Shepherd hevur gjørt áður, fyri at vita, hvat tey ynskja at gera í Føroyum.

- Ferð eftir ferð hava umboð fyri Sea Shepherd sagt, at tey gera tað, sum er neyðugt, fyri at forða grindadrápinum, segði Linda Margrethe Hesselberg, ákæri.

 

Hon vísti á, at í 2014, undir átakinum Grindstop, vóru fleiri limir hjá Sea Shepherd handtiknir, dømdir og útvístir úr Føroyum fyri brot á grindalógina, tí tey royndu at steðga grindadrápum.

 

Fleiri umboð hjá Sea Shepherd, millum annað Scott West, sum var leiðari av Grindstop fyrstu vikurnar, og Lukas Erichsen, ein ungur dani, sum var við í eini sending hjá TV2 um Sea Shepherd, hava sagt, at um neyðugt, so leggja tey seg millum hvalin og knívin.

- Tað er eisini sigandi, at í allari teirra kunning um Grindstop og Sleppið Grindini, bæði á Facebook og á ymiskum heimasíðum, so heitir Sea Shepherd ongantíð á síni fólk um ikki at bróta føroyska lóggávu á økinum, segði Linda Margrethe Hesselberg og vísti á, at jú fleiri verða handtikin, jú betri er tað fyri felagsskapin.

 

Linda Margrethe Hesselberg vísti eisini myndir, sum vísti, at Sea Shepherd áður hava nýtt harðskap í fleiri førum í átøkum runt um heimin.

 

Hon helt tí, at eingin ivi eigur at vera um, hví tey fýra vóru í Bø, tá tey vóru handtikin 23. juli í fjør.