- Vit ynskja at tryggja vælferðarsamfelagið

Tað er greiði boðskapurin hjá Nýtt Sjálvstýri, nú flokkurin fer á val við nýggjum formanni.

Tað verður við einum nýggjum formanni og nýggjum navni, at listi D fer á val í ár. Jógvan Skorheim skal leiða Nýtt Sjálvstýri í hesum valstríði, og málini eru longu klár.


Vit í Nýtt Sjálvstýri ynskja at tryggja vælferðarsamfelagið, sigur Jógvan Skorheim, áðrenn hann heldur fram at greiða frá politikkinum hjá flokkinum.


- Tað er neyðugt, at vit minka um hallið á fíggjarlógini, so vit megna at varðveita núverandi vælferðarstøði. Vit mugu tryggja, at næsta ættarlið, kann uppliva somu vælferðartænastur, sum tær vit fingu frá undanfarna ættarliði. Harumframt fara vit at virka fyri, at samfelagið ger fleiri íløgur í grønari orku, so at vit ikki eru so tengd at oljuni, ið einans gerst dýrari.


Nýggi formaðurin í Nýtt Sjálvstýri sigur, at hann er bilsin yvir, at val varð útskrivað í dag, tó at hann hevði ein illgruna.


- Eg hevði ein illgruna um tað. Eg var á Sandi, og valdi at fara til Havnar at lurta eftir røðuni. Eg hevði tó ikki væntað hetta kortini.


Flokkurin er ikki heilt liðugur við uppstillingina, tó at nøkur valevnir eru kunngjørd.


- Man ynskir altíð meira tíð, men vit eru klár til valið. Vit hava kunngjørt nøkur valevnir, men fleiri verða kunngjørd næstu dagarnar. Vit eru ikki heilt liðug við uppstillingina, tí vit ynskja fleiri valevnir á listan.