Seinastu tíðina hava føroyskar fyritøkur, so sum Føroya Tele, arbeitt við at víðka um sítt virksemi til Orknoyggjar. Aðrir føroyingar hava eisini roynt at styrkt sambandið millum Føroyar og grannarnar fyri sunnan, men nú vísir tað seg, at ikki allir orknoyingar eru líka fegnir um hetta.
Fiona Grahame er redaktørur á miðlinum The Orkney News, sum sambært sær sjálvum veitir tær hini tíðindini um Orknoyggjar.
Í eini langari grein um handilssamstarv millum Orknoyggjar og grannarnar norðanfyri, fyrst og fremst Føroyar men eisini Noreg, greiðir hon frá hvørjar ætlanirnar eru og hvat føroyskir politikkarar og vinnulívsmenn hava sagt.
Men móti endanum setir hon spurningin: Fyri hvønn prís skulu vit fara í samstarv við grannarnar fyri norðan?
- Eingin kann nokta fyri, at sterkari handilslig og samfelagslig bond við grannarnarn fyri norðan vildu verið gott fyri allar partar, men áðrenn vit fara í beinleiðis samráðingar og undirskriva nakað, mugu vit kanna, um onnur viðurskifti í londunum kunnu fáa okkum at halda okkum aftur, skrivar hon.
Siðani fer hon at tosa um grindadrápið og vísir til okkurt av tí, sum Sea Shepherd hevur skrivað um grindadrápið.
- Skrivliga og myndaliga tilfarið frá grindadrápinum er av sonnum ræðuligt, skrivar Fiona Grahame og vísir eisini á hvalaveiðuna í Noregi.
- Tey, sum tala fyri størri samstarvi við norðurlond hava ført fram, at Skotland, gjøgnum størri samskifti, betri kundi mótmælt áhaldandi hvalaveiðuni. Tað er serstakliga ivasamt, tá hugt verður at, hvussu lítla ávirkan altjóða fordøming hevur havt, skrivar hon.
- Okkara fólkavaldu mugu hugsa seg væl um, hvat teir gera í okkara navni. At styrkja sambandið við tjóðir, sum halda á at bróta altjóða lógir og taka lut í slíkum ræðuleikum, ber ein prís við sær fyri okkara góða navn sum tjóð. Ein tjóð, sum hevur sín stoltleika í at vera framsøkin og ábyrgdarfull í sínum gerðum á altjóða økinum, skrivar Fiona Grahame.