Vita einki um at hetta er hent áður

Tað er fútin, sum viðger málið, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum

Hetta málið er ikki viðgjørt øðrvísi enn onnur mál av hesum slagi. Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum. Fyri einum hálvum ári síðani kom tað fram í KvF, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevði meldað Bakkfrost fyri at bróta lógina um djóravælferð. Síðani hendi tað, at fútin ringdi til løgmansstjóran og greiddi honum frá málinum og at talan var um eina bót upp á 67 milliónir krónur. Løgmansstjórin kunnar løgmann, sum so aftur kunnar landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Frágreiðingin upp á, hví fútin kunnar politiska málið er, at talan er um so stóra bót, at politiski myndugleikin eigur at verða kunnaður. Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, og formaður floksins, hevur fleiri ferðir ført fram, at eftir hansara tykki er framferðin hjá fútanum undarlig. Hann dugir ikki at  síggja, at fútin skal kunna politiska myndugleikan um eitt mál, sum er meldað, og hann heldur, at tað setir rættartrygdina í iva.

 

Nú hevur hann sostatt spurt landsstýrismannin í vinnumálum, hvussu landið liggur. Magnus Rasmussen sigur, at tað er Heilsufrøðiliga Starvsstovan, ið hevur viðgjørt málið, og sum hevur tikið støðu til, at tað var rætt at lata fútanum málið at taka støðu til.

 

Tá ið mál verða fráboðað fútanum, er tað fútin sum fær ræði á málinum, og leikluturin hjá Heilsufrøðiliga Starvsstovuni er einans at vera við til at upplýsa málið.

 

– Fyrisitingarliga er málið ikki handfarið øðrvísi enn onnur mál, har fyrisitingarligur stovnur staðfestir brot á serlóggávu, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at Løgmansskrivustovan upplýsir, at tað er ikki hent áður, at fútin hevur kunnað løgmann um líknandi mál. Heldur ikki í skjalagoymsluni hjá Løgmansskrivustovuni frá 2000 til 2022, er nakað dømi um líknandi kunning frá fútanum, sigur Magnus Rasmussen.