- Vita enn ikki hvussu umfatandi ónøgdin í KVF er

Súni Selfoss hevur av góðum grundum ikki havt stundir at kanna vavið á ónøgdini í KVF, men tað er nakað, sum tey kanska áttu at gjørt nú, heldur hann.

Um vikuskiftið kundi in.fo avdúka, at tríggir journalistar í Kringvarpinum, Rólant Waag Dam, Jan Lamhauge og Rógvi Olavson, hava kært Kringvarpsstýrið til Mentamálaráðið. Enn er ógreitt júst hvat kæran snýr seg um, men sum skilst er høvuðstrupulleikin, at Stýrið ikki tók ónøgdina og óvissuna hjá teimum trimum í nóg stórum álvara, tá ið teir klagaðu til Stýrið um vánalig arbeiðskor og um uppíblanding frá stjóranum í fjør, í kjalarvørrinum av uppsøgnini av Liljan Weihe.

 

 

 

Les eisini: Journalistar kært Kringvarpsstýrið til Mentamálaráðið 

 

 

 

Súni Selfoss er formaður í Starvsmannafelagnum og harvið varðar hann av flestu journalistunum í Kringvarpinum, eisini teimum trimum journalistunum, sum nú hava vent sær til Mentamálaráðið. Seinastu mánaðirnar hevur verkfall verið hjá bæði sjúkrarøktarfrøðingunum og hjá pedagogunum og sum vera man eru fakfeløgini annars upptikin við virksemi í tí sambandi. Men nú, tá ið pedagogarnir eru farnir aftur til arbeiðis, og samhugaverkfallið avblást, er spurningurin, hvat Starvsmannafelagið skal gera við støðuna í Kringvarpinum.

 

 

 

 

- Vit eru sjálvandi vakin í tann mun, at vit fylgja væl við í tí, sum hendir í Kringvarpinum. Men eg veit ikki, hvussu umfatandi ónøgdin í Kringvarpinum er. Vit hava ikki havt møguleika at kanna tað áðrenn, men tað kann væl hugsast, at tað er tað vit eiga at gera nú komandi tíðina, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.