Vita lítið og onki um herverkini

Enn veit løgreglan lítið og einki um, hvør tað er, sum í tveimum førum hevur gjørt seg inn á standmyndir ymsastaðni í Havn.

Tað eru standmyndir hjá íslendsku listakvinnuni, Steinunn Þórarinsdóttir, ið eru settar ymsastaðni í Havnini, sum ikki hava fingið frið.

Løgreglan hevur tikið málið í so stórum álvara, at tey hava alment heitt á tey, sum vita nakað, um at venda sær til løgregluna.

Men løgreglan sigur, at enn hava tey einki fingið at vita, sum kann føra tey á eitt brúkiligt spor.

Løgreglan sigur, at umframt tað listarliga, er talan um standmyndir, sum hava rættiliga stórt virði. Tí hava tey lagt nógv fyri í royndunum at finna gerningsfólkini, men higartil hevur tað verið úrslitarleyst.

Tað var mánadagin 24. juni, at løgreglan fekk fyrru fráboðanina um, at tvlr standmyndir í viðarlundini í Havn høvdu verið fyri herverki hetta sama vikuskifti, antin sunnudagin ella mánamorgunin.

Vikuna eftir, sunnukvøldið 30. juni, fekk løgreglan enn eina fráboðan um herverk á eina standmynd. Hesaferð var talan um eina standmynd uttan fyri Kunningarstovuna í Havn.

Hetta herverkið er framt sunnudagin 30. juni í tíðini frá umleið klokkan 23 til 23.20.??

Og løgreglan er framvegis sera áhugað í at frætta frá fólki, sum vita okkurt, sum kann føra løgregluna til gerningsfólkini, ella sum hava sær okkurt illgrunasamt í hesum sambandi.