Hóskvøldið kl. 19 verður fyrilestur í Skálanum í Norðskála-Oyrar skúla um ættleiðing.
Fyrilestrarhaldararnir vita nógv um ættleiðing, tí onnur er heilsusystir og hevur ættleidd børn, og hin er sjálv ættleidd.
Leila Olsen er heilsusystir og hevur sjálv børn, sum eru ættleidd og Hanna Y. Sólbjørg er fólkaskúlalærari; somuleiðis er Hanna ættleidd. So tær kenna til ættleiðing frá nógvum ymiskum sjónarhornum, bæði sum privatpersónar og í sínum arbeiði.
Tær fara at viðgera spurningar um ymiskt viðvíkjandi ættleiðing, so sum hvat ið er neyðugt at hava í huga í sambandi við ættleiðing, hvat kunnu vit vænta, og hvussu vit eru um ættleidd børn.
Tey eru ikki so fá, ið ættleiða børn, so øll munnu kenna onkran, sum hevur valt at ættleiða ella onkran, ið er ættleiddur.