Vitavørðurin: Vitan og vísund á víðavangi

Vitavørðurin, ið Gríma sýnir á Meiarínum, er hugtakandi og kastar ljós á menniskjalyndið og nútíðarsamfelagið, mótvegis teimum heilskapaðu menniskjum, ið fyrr vóru, men sum í dag seru sjáldsom. Hetta er uttara søgan, men sum vituligt er, so er eisini rúm fyri kærleika og jalousi.

Vitavørðurin hjá Grímu er eitt vælaverk.

Alt gongur sína vanligu gongd. 3 blunk, stilli í 10 sekund.

Men hann fær ódn - tó ikki í februar, sum hann ynskti sær - og hann fær ikki stilli í 10 sekund.

Vegna vitan, og vantandi vitan, verður verðin hjá vitavørðinum viðgjørd av verkfrøði og vísindi og vikað av vindi, til vitin - verðin - av vantandi vitan varpar vøkuljós yvir vituga verndareingilin á víðaveingi á vanlagnunar vøkunátt




Einki er at rapportera. Sum vanligt, fær ein varhugan av. Tað er 6. august og líradagur. Friðaligt. Vitavørðuin ynskir sær eina vælsmakkandi ódn í februar.

Alt gongur sína vanligu gongd. 3 blunk, stilli í 10 sekund.

Men hann fær ódn - tó ikki í februar - og hann fær ikki stilli í 10 sekund.

Vitavørðurin verður nevniliga settur andlit til andlits við nútíðina og stórbýarfólkini, skriviborðsharrarnar, ið altíð vita best. Vitin á Skopulus skal takast niður og en nýggjur gerast. Men ongum nýtist vitavørðar longur, tí automatikkur er lyklaorðið.

Tveir serfrøðingar koma at gera eina roynd at fáa vitavørðin John Evah, konu hansara Dagmar og dótrina Morgana, av oynni. Vitavørðurin John hevur ikki svarað brøvunum, ið hann hevur fingið og tí rokna serfrøðingarnir við, at tey eru klár at flyta. Men so er ikki. John vil ikki flyta av sínum vita. Og at nakað er áfatt, at vitin er gamal og vandamikil, tað vil hann ikki hoyra talan um - hann kennir sín vita. Og tað er so nógv, sum ikki er neyðugt, nú heldur ikki vitavørðurin.

Verkfrøðingurin Alexandur og ungi arkitekturin Melchior koma á vitjan á Skopulus, har John og Dagmar hava búð í eini 15 ár. Dótturin, 15 ára gamla og viðkvæma Morgana, og ungi Melchior gerast góð. Og Dagmar og ósympatiski verkfrøðingurin, ið bert hugsar um vitan og effektivitet, hava kenst á yngri árum.

Melchior og Morgana práta væl saman. Henni leingist, í ungum ævintýrhuga, av oynni. Melchior er riddarin, ið kann gera hetta til veruleika. Men vil hann innast inni av oynni aftur. Her her jú ein familja, eitt heim. Men Morgana vissar hann um, at eitt heim kann eisini vera eitt fongsul.

Og í øllum hesum vina og kenninga meldrinum hava vit John, grundfestur í síni vitan og sínum vita. Hann vísir býardreinginum Melchior vitan, fær hann at kenna frísku luftina. Fær hann næstan at skilja, at vitin hevur sál.


1000 boltar

Serfrøðingarnir koma aðruferð, og møðgurnar eru spentar, eins og fyrstuferð bátur kom.

Men 3. ferð, ið servitanin vitjar vitan, verður ikki orð mælt. John greiðir Melchior frá, at allir hesir 1000 boltarnir, ið halda vitanum saman, hava týdning og at hann kennir hvønn tann einasta og hevur hjúklað um teir.

Tað er, sum umboða hesir boltar allar teir smálutir, ið til samans mynda eitt lív. Allar tær hendingar, lagnur, sum her renna saman á Skopulus.

Ódn brestur á og servitanin sleppur ikki av oynni og har eru tey so. Serfrøðingurin og Dagmar, vinfólk á yngri árum og hon kona vitavørðin. Morgana og Melchior, góð hvør við annan og hann um at geva eftir fyri henni, tí hann hevur lovað henni at gera eitthvørt, so tey sleppa av oynni. Og John, ið stríðist - ímóti øllum.

Men Morgana plágar sín riddara og saman leggja tey ráð og leggja til rættis, so kloddadýrið Kloppus í hugaheimi Morganu hevur skuldina.

Eisini skriviborðsvitanin, verkfrøðingurin, byrjar at kenna seg ótryggan mótvegis hesum heilskapaða menniskja, vitavørðinum, sum hoyrir til eitt fólkaslag, ið ikki er til longur - ið ikki hóskar longur. So grundfestur í klettin.

Serfrøðingurin hevur fyri at greiða sær, tá okkurt er, ið hann ikki veit, - tá hann kennir eg ótryggan.


Skiftilykilin

Og til síðst er bert eitt hjá serfrøðingunum at gera, at koyra vitavørðin úr starvi.

Eg vóni, at tú ert greiðir yvir, hvat tú gerst, sigur John. Og serfrøðingurin greiðir sær. So er tað greitt.

Vitavørðurin handar serfrøðinginum skiftilykilin. Lykilin skiftir eigara.

Lykil er vald. Men tað vísir seg, at tá á stendur á vitanum, so er vitan vald. Vitavørðurin má aftur til verka, men her eru lokabrøgd uppi í, so tá skip nærkast í ódnini, og ljós ikki er á vitanum, so er bert ein útvegur hjá vitavørðinum á brúnni. Hann kennir sín vita, ongin onnur verð er til. Hann kennir á sínum kroppi, um okkurt bagir. Teirra lagna er ein og hin sama.


Slitnu hendurnar og skriviborðsveldið

 

Søgan er góð. Sum í kendu sjóvarpsrøðunum, so er talan um sonevndar intrigur. Innanhýsis trupulleikar, meðan uttaru ódnirnar herja.

Hetta er føroyskur leikur, skrivaður av føroyskum høvundi, men kundi fyri tað gingið fyri seg allastaðir. Innihaldið er alheimsligt. Áskoðarin verður ikki fluttur inn í føroyska roykstovu í farnu øld.

Men kanska er hetta bert ein mynd, ið kann flytast. Í roynd og veru, so er hetta tað lítla mótvegis tí stóra. Bygdin og býurin. Slitnu hendurnar og skriviborðsveldið.

Høgni Johansen er framúr, sum vitavørður. Hann er grundfestur í sínum leikluti. Eins og teir serkønu, so fær ein virðing fyri honum, gerst nærum góður við hann og ynskir honum tað besta. Hesum klettinum. Á sínum breiðu herðum ber hann leikin og har hvílur eisini vón áskoðarans um, at alt endar væl. Ria Tórgarð leikar konan, og sleppur væl frá tí, eins og Nicolaj Falck, arkitekturin, leikar sera væl. Hann er nýggjasti maðurin í Grímu.

Kristina Hansen er unga gentan. Hon er kanska besti leikarin á pallinum og samanspælið við Nicolaj er avbera gott.

Egi Dam er tann keðiligasti. Ósympatiskur, ódámligur, frekur og hástórur. Tað sum fólk á bygd óivað kalla ein rættan havnarmann í slipsi. Sum áskoðara dámar einum ikki mannin. Og tað má sigast at vera eitt bragd! Tí hann leikar væl. Og tað eydnast honum at vekja ódámligar kensur í áskoðaranum - okkum dámar hann ikki. Verkfrøðingin, væl at merkja.

Góð søga eftir Rakel Helmsdal og væl arbeitt av leikstjóra, Súsanna Tórgarð, leikarum og dramaturgum. Pallmyndin hjá Edwardi Fuglø er framúrskarandi.

Leikararnir rúnarbundu alla tíðina. Tó endaði heldur brádliga, tað var, sum vóru eini tvey trin eftir á vitatrappuni.

Og tað er eingin rættur Hollyvood endi, ið áskoðarin upplivir. Í hvussu er ikki happy end. Kanska meira, um ein hugsar um actionfilmarnar, har rúm skal vera fyri at gera ein 2'ara.

Tíverri var salurin bert hálvfullur mikukvøldið. Tað er synd, tí hetta er av bestu leikum í longri tíð.