- Ríkar upplivingar bíða øllum borgarum í náttúruni kring Havnina. Nógv grøn øki eru í Tórshavnar kommunu, har øll kunnu ganga túrar í reinum og friðsælum umhvørvi.
Tað verður sagt á Facebook-síðuni hjá Tórshavnar kommunu í kvøld, har tey vísa á, at býráðslimir, náttúrufriðingarnevnd, skógfriðingarnevnd, starvsfólk í Tórshavnar kommunu og umboð fyri Umhvørvisstovuna seinnapartin í dag hava verið eina útferð í nøkrum grønu økjunum í kommununi.
- Á túrinum vísti býarskipanardeildin nakrar vakrar náttúruperlur í býnum, og eisini varð túrur gingin í Viðarlundini í Havnardali, framvið Sandá og í Djúpagili.
Tórshavnar kommuna hevur seinastu tíðina játtað munandi upphæddir til lendisgøtur, eitt nú í Havnardali og eisini framvið Sandá, har nú ber til at ganga úr Sandagerði og allan vegin framvið ánni og niðan til bóndagarðin við Sandá.
- Landslagið gevur á ymiskan hátt borgarunum í kommununi atgongd til fjølbroyttar og vakrar náttúruupplivingar, bæði í teirra nærumhvørvi og longri úti í náttúruni, siga tey í Tórshavnar kommunu, sum vísa til eitt kort við øllum almennum gøtum, sum sæst á - https://gis.torshavn.fo/gotur/
##med2##
##med3##