Vitjaðu prinsar og prinsessur

Beint eftir døgurða mánadagin var krúnprinsaparið á vitjan á dagstovninum á Hamrinum á Argjum, har tey vóru móttikin av bæði prinsum og prinsessum.

Hóast vindurin var tráður á Hamrinum á Argjum seinnapartin mánadagin, hevði heilt fitt av fólki leitað sær niðan til dagstovnin at síggja Fredrik Krúnprins og Mary Krúnprinsessu. Ivaleyst mundi mannfjøldin uttan fyri stovnin telja gott og væl 200 fólk, og tað er einki at ivast í, at ein stórur partur av hesi mannfjøld vóru foreldur at børnunum á stovninum.
Krúnprinsahjúnini góvu sær eisini góðar stundir til at heilsa upp á fleiri av teimum, sum vóru møtt upp, og serliga krúnprinsessan var ófør til at heilsa upp á tey mongu børnini.

Bíðaðu spent í kuldanum
Tað var týðuligt, at tey mongu børnini á stovninum vóru ógvuliga spent upp á at fáa fínu vitjanina úr kongshúsinum. Summi teirra byrjaðu at gerast eitt sindur ótolin, áðrenn kongaligu gestirnir komu, men tað er væl skiljandi, tá ið tey nú høvdu bíðað so leingi og verið so spent.
Tey flestu av børnunum høvdu gjørt sær sína egnu kongakrúnu, og fleiri høvdu enntá fingið sær ein kappa, so tá ið krúnprinsahjúnini komu, vóru tey móttikin av bæði prinsum og prinsessum.
Tað var Elisabeth Henriksen, stovnsleiðari, ið tók ímóti Fredrik Krúnprinsi og Mary Krúnprinsessu, og hon vísti teimum runt á stovninum. Vitjað var inni á stovunum, og kongaligu gestirnar sluppu eisini at síggja ymiskt handaligt, sum børnini høvdu tilevnað.
Á veg út á Argir høvdu tey kongaligu eisini steðgað á við brúnna um Sandá, har tey sóu gomlu mylluna, og eisini har vóru fitt av argjaborgarum savnaðir.