Vitjan úr Svøríki til stovnandi aðalfund í dag

Norrøna Ungmannafelagið í Føroyum hevur stovnandi aðalfund í Norðurlandahúsinum í dag.

Klokkan 15 seinnapartin verður stovnandi aðalfundur av norrønum ungmannafelag í Føroyum. Hetta fer fram í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum í Havn.

 

Í samband við aðalfundin kemur leiðarin fyri kemur Thorgny Arwidson til Føroyar at vera við á fundinum. Hann er formaður fyri FNUF - Foreningen Nordens Ungdomsforbund í Svøríki. FNUF var nógv frammi í svensku miðlunum seinasta vikuskifti í sambandi við, at ungdómsfelagsskapurin hjá víðgongda, høgrasinnaða flokkinum Sveriges Demokraterne hevði ætlanir um at yvirtaka FNUF, og harvið fáa atgongd til teir stuðulspengar, sum liggja í felagsskapinum. Norrønu ungdómarnir mobiliseraðu seg, og forðaðu SDU at sleppa framat.

 

Hesum og øðrum kemur Thorgny Arwidson (myndin) at greiða frá í samband við tann stovnandi aðalfundin hjá tí norrøna ungmannafelagnum í dag.